Fíggjarstýringin á Landssjúkrahúsinum er neyv og góð

Svar uppá atfinningar sum Jákup Mikkelsen formaður í Trivnaðarnevndini, setti mótvegis fíggjarstýringini á Landssjúkrahúsið.

Landssjúkrahúsið fer her at svara teimum atfinningunum, sum eru settar mótvegis Landssjúkrahúsinum av formanninum í Trivnaðarnevndini
Tey punkt, sum formaðurin í Trivnaðarnevndini tekur fram, eru;
1. Skil má koma á fíggjarstýringina
2. Sjúkrahúsverk, sum ikki fungerar alt árið
3. Landssjúkrahúsið hevur fingið alt, sum Landssjúkrahúsið hevur biðið um. Kortini strekkja pengarnir ikki til!
4. Ov nógvir pengar brúktir í systeminum, áðrenn teir koma til sjúklingin
5. Bert eykajáttan, um tað kemur sjúklinginum til góðar

Ad 1 - Skil má koma á fíggjarstýringina.
Landssjúkrahúsið hevur eina sera neyva budgettering, har lønirnar (75% av játtanini ella uml. 302 mió.kr fyri 2010) neyvt verða útroknaðar fyri einstaka depilin og einstøku deildina á deplinum, og síðani fyri frammøtið hjá tí einstaka starvsfólkinum. Á Landssjúkrahúsinum er játtanin býtt upp í omanfyri 60 deildir/serøkir/sermanningar. Fíggjarstýringin og uppfylging fyri tær einkultu deildir/serøkir/sermanningar verða gjørdar regluliga, og í minsta lagi eina ferð um mðánaðin fyri at tryggja, at játtanin heldur, og at eftirlit er við meirarbeiði v.m. Eisini verður hvønn mánaða eftir at lønin er koyrd, gjørdar samanberingar millum lønarprognosuna og budgettið, fyri at tað skal vera møguligt at estimera restina av árinum. Soleiðis vita vit altíð, hvussu nógv akkumulerað yvirskot/undirskot er í mun til játtanina. Pr. 1 . august 2010 er samlaða avlopið uppá lønirnar 1. mio.kr. sí mynd 1 - stabbar.

Lønarútreiðslur 2010 - budget og faktiskt
19.000
20.000
21.000
22.000
23.000
24.000
25.000
26.000
27.000
Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
Nýtsla 2010 Uppr. budget
Akkumulerað útslit 2010
-
500
1.000
1.500
2.000
2.500
Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des

Figur 1: Veruligar lønarútreiðslur í mun til budget og akkumulerað úrslit fram til d.d.


Uml. 25% ella 96 mió.kr. av játtanini eru til annan rakstur enn lønir. Undir hesum koma í høvuðsheitinum niðanfyristandandi útreiðslur, 10 tær størstu, budgetterað fyri 2010:

1. Heilivágur uml. 29,7 mió.kr. ella 36 mió.kr., íroknað økingina innan biologiskan heilivág
2. Tekniska økið 13 mió.kr. íroknað medisinsk gassir, orka og viðlíkahald av 50.000 fermetrum gólvvídd.
3. Goymsluvørður, 15 mió.kr., serstakliga vørur til viðgerð og røkt.
4. Rannsóknarstovan 10,3 mió.kr.
5. Fyrisiting íroknað tryggingar 3,6 mió.kr.
6. Medicotekniska deild 3,5 mió.kr. til viðlíkahald av allari tí medicoteknsku tólaparkini hjá sjúkrahúsverkinum.
7. Sjúkraflutningstænastan, 3,3 mió.kr., (ambulansur og tænastur kring alt landið íroknað Sandoynna - tó uttan Suðuroy og Norðoyggjar.
8. Køkur 2,8 mió.kr. mat til sjúklingar.
9. KT 2,7 mió.kr. (Landssjúkrahúsið hevur uml. 500 teldur, 20 servarar, serforrit á øllum teldum og eitt
duplerað/trygt kt-kervi (netverk)) 10. Serlæknakonsulenttænastu 2,3 mió.kr. 11. Afturat hesum eru uml. 30 onnur størri ella minni økir, har intern budget eru givin, millum annað til vask av klæðum, reingerð, húsavørð, menning av heilsustarvsfólkum, o. m.a.
Økir, sum vit longu tíðliga í vár sóu, fóru at hava trupulleikar við at halda interna budgettið vegna meiraktivitet, eru m.a. heilivágur, rannsóknarstovukanningar, tekniska økið (alt eftir um oljuprísurin heldur fram at vaksa) og onnur smærri økir. Landssjúkrahúsið hevur heitt á Heilsumálaráðið í internum samskifti um eina eykajáttan til størsta útreiðsluøkið, nevniliga heilivágin. Sjúkrahúsleiðslan metir, at hetta er vanligt internt samskifti við Heilsumálaráðið. Restina av meirútreiðslunum innan hendan partin av rakstrinum fer Landssjúkrahúsið við innanhýsis atgerðum at klára sjálvt.
Leiðslan hevur longu í juni stongt fleiri deildir. Hesar fara óivað bert at lata upp aftur, um fíggjarligu fyritreytirnar verða broyttar. Boðini um, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum skal halda játtanina, sum allar aðrar stovnsleiðslur, eru komin frá Heilsumálaráðnum.
Landssjúkrahúsið hevur tí við neyvari fíggjarstýring og undir núverandi leiðslu hildið játtanina fyri 2009. Hetta hevur ikki eyðnast nakrari aðarari sjúkrahusleiðslu (seinastu 10 árini)! Úrslitið var eitt lítið yvirskot uppá 400 tús.kr.
Fyri 2010 er ætlanin eisini at halda játtanina, antin við at spara á teimum økjunum, sum rakar sjúklingin minst, ella við at fíggjarligu fortreytirnar broytast.
Í alt kann sigast at fíggjarstýringin á Landssjúkrahúsinum er sera neyv og prognosurnar fyri árið somuleiðis neyvar.
Ad -2 Sjúkrahúsverk sum ikki fungerar alt árið
Landssjúkrahúsið hevur eina tilbúgving, sum virkar alt døgnið, 365 dagar um árið. Hendan tilbúgving er mannað við serlæknum, sjúkrarøktarfrøðingum og nógvum øðrum starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum. Hendan tilbúgving virkar út í eitt, alt ári.
Eisini hevur Landssjúkrahúsið uml. 20 serlæknaøkir og uml. 188 seingjarpláss. Serlæknarnir hava fyri teirra økir ábyrgdina av, at sjúklingurin fær so góða viðgerð sum gjørligt. Tá so Landssjúkrahúsið skal spara, má tað ganga út yvir onkur av hesum serlæknaøkjunum. T.v.s., at líka nógvir sjúklingar ikki kunnu sleppa til hjá teimum einstøku sergreinunum.
Av og á fær Landssjúkrahúsið uppgávur sum eru so mikið umfevandi, at játtanin ikki røkkur. Tá er ikki rúm fyri øllum tí vanliga rakstrinum og teimum ekstra ordinæru uppgávunum. Td. kom í 2009 umfarsjúkan H1N1 og eyka útreiðslur í samband við CTD. Í ár síggja vit so ein ekstraordineran vøksur innan livfrøðiligan heilivág. Landssjúkrahúsið noyðist at skerja ætlaða virksemi fyri at spara og á tann hátta fáa rúmd fyri heiliváginum í játtanini.
Tí vilja vit loyva okkum at siga, at Landssjúkrahúsið fungerar alt árið, eisini hóast trongir fíggjarkarmar.

Ad 3 – Landssjúkrahúsið hevur fingið alt, sum Landssjúkrahúsið hevur biðið um, kortini strekkja pengarnar ikki til!
Landssjúkrahúsið vil afturvísa, at vit altíð hava fingið tann pening sum biðið hevur verið um! Tað er alment kent, at tey einstøku aðalráðini fáa ein karm at halda seg til, og at karmurin í hesum tíðum er serstakliga trongur. Tá Heilsumálaráðið hevur býtt givna karmin út til Landssjúkrahúsið og hinar partarnar í sjúkrahúsverkinum, er endaliga játtanin langt niðanfyri tí umbøn, sum Landssjúkrahúsið hevur latið Heilsumálaráðinum.
Fakta um Karmin
Til fíggjarlógar umbønina til Heilsumálaráðið fyri 2010 bað Landssjúkrahúsið um eina øking uppá 29,2 mió.kr. uttan mettar lønarframskrivingar eru við. Landssjúkrahúsið fekk 1,9 mió.kr., eftir at lønarhækkingin, sum Fíggjarmálaráðið hevur samráðst seg til, er trekt frá.
Játtanin til Landssjúkrahúsið fyri 2010 skal halda, við sparingum og/ella broyttum fíggjarligum fyritreytum. Fyri 2011 hevur Landssjúkrahúsið biðið um eina meir játtan uppá 36,1 mió.kr. uttan mettar lønarframskrivingar. Landssjúkrahúsið hevur sum útlit frá Heilsumálaráðnum fingið ein karm uppá minus 1,7 mió.kr. netto. (hetta hóast tað, at Landssjúkrahúsið fyri 2011 eisini metir, at lívfrøðiligu heilivágsútreiðslurnar fara at vaksa uml. 15% ella uml. 6 mó.kr.


Ad 4 - Ov nógvir pengar brúktir í systeminum, áðrenn teir koma til sjúklingin
Til hetta er bert at siga, at ein kanning var bíløgd av Fíggjarmálaráðinum og Heilsumálaráðinum, og at ein av niðurstøðunum var, at Føroyska sjúkrahúsverkið er eitt tað bíligasta í Norðureuropa.
Citat: [Valcon s-2] Den overordnede sammenligning viser, at Færøerne i udgangspunktet har et lavere udgiftsniveau end både Danmark, Island og Bornholm

Ad 5 - Bert eykajáttan, um tað kemur sjúklinginum til góðar
Landssjúkrahúsið kann um fíggjarligu fortreytirnar broytast, slaka í nøkrum av teimum sparitiltøkum sum eru sett í verk, og soleiðis veita meira sjúkrahúsviðgerð fyri peningin til frama fyri sjúklingin.
Sjúkrahúsleiðslan hevur við Allan Skaalum á odda fyri fyrstu ferð í nógv ár vent fíggjarligu gongdini á Landssjúkrahúsinum frá einum halli til eitt yvirskot í 2009. Eisini liggur í kortinum at játtanin fyri 2010 verður hildin.
Fíggjarstýringin á Landssjúkrahúsinum er neyv og góð, og vit arbeiða støðugt við at gerast betur.