Fuglfirðingar skulu út um Varmakeldueið seinnapartin. Fyrrapartin er vøllurin í Sarpugerði hvítur. Teir í Víkingi hava ikki avlýst, tí teir rokna við møguleikanum, at sólin eftir lítlari løtu skal gera av við følvið. Í gjár avlýstu teir 1. Deildardystin millum Víking og EB/Streym, tí tað fyrrapartin var kavi á vøllinum, men seinnapartin vóru líkindini góð at spæla.
Tølini siga, at ÍF tey seinnu árini hevur havt takið á víkingunum. Ikki minst í fjør sást hetta. Tá vann ÍF fyrst 4-1 og síðani 3-0 í Sarpugerði.
Tað hevur verið roknað við, at Finnur Justinussen hjá Víkingi og Øssur Dalbúð og Clayton Soares hjá ÍF fóru at verða millum stóru málskjúttarnar. Clayton hevur ikki spælt so nógv enn. Øssur og Finnur eru komnir á listan, men enn hava teir ikki orduliga gjørt um seg.
Hjá ÍF er miðverjin Høgni Zachariassen tøkur aftur, eftir at hann 2. páskadag, tá ið ÍF tapti 2-0 á heimavølli ímóti HB, var sjúkur.
Víkingur-ÍF: Eiler Rasmussen kl. 15.00