50 og 55 ár
Leygardagin 11. oktober kl. 19.00 halda Hervør og Dánial Jákup Jørgensen úr Miðvági 50 og 55 ára føðingardag. Dagurin verður hildin í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tey, ið vilja gleða okkum okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 27. september á telefon 33 32 04 og 22 96 04 ella á telduposti: herdan@post.olivant.fo
70 ára føðingardagur
Sunnudagin 21. sept. verður Anna Nolsøe Joensen á Glyvrum 70 ár, føðingardagur verður í hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum leygardagin 20. sept. frá kl. 19:00, tey ið vilja gleða meg við at koma í føðingardag verða vinarligast biðin um at siga frá á tlf. 447483 ella 212814 innan mánadagin 15. sept.
75 ár
Fríggjadagin 19. sept. fyllir Hans Andreas Lamhauge, snikkari, Glyvrar 75 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum.
80 ár
Mikudagin 10. september fylti Margith Holm Jacobsen, Heygsvegur 9, Tórshavn, 80 ár.
80 ár
Mikudagin 17. september fyllir Helena Joensen í Søldafirði, vanliga nevnd Lena á Steinamørk 80 ár. Føðingardagurin verður hildin sama dag kl. 18.00 í Elim í Søldafirði. Øll eru vælkomin.
Lýsast skal 2 ferðir um vikuna fram til 17 september í Nøvn í vikuni.
90 ár
Týsdagin 23. september fyllir Anna Jacobsen,Hoyvíksvegur 31, Tórshavn 90 ár. Dagurin verður hildin leygardagin 20. sept frá kl. 10-16. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 20. september kunu hjúnini Rigmor og Moody Olsson halda gullbrúdleyp. Tey, ið ynskja at heilsa uppá gullbrúðarparið, eru hjartaliga vælkomin millum kl. 9 og 18 á Heygsmannavegi 2 í Tórshavn.
Brúdleyp
Leygardagin 27. sep. kl. 16, giftast í Miðvágs kirkju, Anja Næss og Kristoffur Gaardlykke, Miðvágur. Veitslan verður hildin í bygdarhúsinum í Miðvági kl. 19. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, verða biðin um at siga frá innan 7. sep á tlf: 226601, Anja ella tlf: 229909, Kristoffur.