Mangt broytist á mansins ævi.
Soleiðis sigur orðatakið, og tað er serstakliga rætt fyri Ólav Olsen. Tí tað er nógv vatn runnið í ánni, síðani pápi Ólav Olsen, Carl Herup Olsen, saman við Poul Als Jensen og B. Husted-Andersen stovnaðu heilsøluvirksemi í Bókbindaragøtu 1. september 1950.
Heilsølan fekk navnið Farodane, og fekst fyrstu tíðina við at innflyta matvøruvørur og útflyta fiskavørur.
- Fyrstu árini var smátt við peningi, og tí var ofta goldið við fiskavørum, sigur Ólavur Olsen.
Hann sigur, at pápin hevði verið so hyggin, at keypa eitt grundstykki við Tinghúsvegin, og í 1953 stóð nýggjur bygningur liðugur har.
- Bygningurin var í trimum hæddum, og vit búðu ovast, skrivstovuhøli vóru í miðhæddini, meðan goymslan var í niðastu hæddini, sigur Ólavur Olsen.
Farodane seldi matvørur og gerandisvørur sum heild, men longu í 1954 fekk fyritøkan umboð upp á VW bilar og seldi kenda merkið heilt fram til 1975.
- Eisini heilt tíðliga vóru skrivi- og roknimaskinur millum úrvalið hjá heilsøluni, sigur Ólavur Olsen.
Eitt gott ár
Hann var liðugur sum matematiskur studentur í 1962.
- Vit vóru seinasti flokkur, sum tók studentsprógv á gamla VBV úti á Skansanum, tí árið eftir fluttu flokkarnir niðan í Hoydalar, sigur Ólavur Olsen.
Hann hevði góðan hug til matematikk, og hevði ætlanir um at fara at lesa til verkfrøðing.
- Men eg var skúlatroyttur, og fekk so møguleikan at arbeiða hjá Farodane og forvinna mær nakað av peningi, so eg gjørdi av at taka eitt ár har.
Ólavur Olsen hevði bæði hug og hegni til fótbólt, og vann meistaraheitið við dreingjunum hjá B36 í 1960.
- Árið eftir kom eg á fyrstudeildarliðið hjá B36, 17 ára gamal. Eg var so við til at vinna meistaraheitið í bestu deildini í 1962, sigur Ólavur Olsen.
Tað skuldi vísa seg, at 35 ár skuldu ganga, áðrenn B36 aftur vann meistaraheitið í besu føroysku fótbóltsdeildini.
- Eg helt fram at spæla við í bestu deildini við B36 heilt fram til 1976, tá eg gavst. Tá hevði eg verið við út í eitt í 16 ár á fyrsta liði hjá felagnum, sigur Ólavur Olsen.
Ólavur hevur tveir beiggjar, Regin og Josvein, og teir spældu allir tríggir á besta liðnum hjá B36 tað eina árið.
Varð hangandi
Ólavur Olsen fall sera væl til í arbeiðinum hjá Farodane, og fyrsta árið rann skjótt.
- Eg hjálpti til, har á stóð. Eg var á goymsluni, koyrdi vøru út, tók móti bíleggingum, var sølumaður og keypti inn. Tað stóð mær skjótt greitt, at hetta var akkurát eg, sigur Ólavur Olsen.
Fólk vóru meira liðilig tá, og øll kundu gera alt. Men tað var ikki nakað lætt lív.
- Tað var strævi, tí hølini á Tinghúsvegnum vórðu skjótt ov trong. Tað var so skjótt, at vit høvdu goymslu í einum fýra hølum kring um í býnum, umframt at frystivøran var úti á Fiskasentralinum. Og alt mátti handast, tí eingin trukkar vóru tá, sigur Ólavu Olsen.
Úrslitið var, at hann blev hangandi í fyritøkuni, ikki heilt uttan orsøk.
- Tað lá líka sum í luftni, at eg skuldi taka yvir, tá tann tíðin kom, so tað var eisini ein orsøk til at halda fram í Farodane, sigur Ólavur Olsen.
Longu tíðliga byrjaði Farodane at víðka sítt virksemi til annað enn vanligar kolonialvørur, og longu í 1954 fekk felagið umboð upp á kendi VW bilarnar, og tað var eitt umboð teir høvdu heilt fram til 1975.
Breiddu seg
Gjøgnum árini vaks Farodane og gjørdist ein av fremstu kolonial heilsølum í landinum. Men fyritøkan breiddi seg eisini inn á onnur øki.
- Longu í 1958 byrjaði Farodane at selja skrivi- og roknimaskinur, og í 1964 fingu vit umboð upp á týsku Olympia maskinurnar, sigur Ólavur Olsen.
Eisini ein onnur stór kollvelting hendi innan skrivstovuyrkið.
- Í 1973 byrjaðu vit at selja kopimaskinur. Framman undan tí fór øll kopiering fram við kalkerpappíri, so at tú nú kundi taka kopi av einum dokumenti við einari maskinu var rættiliga kollveltandi, sigur Ólavur Olsen.
Hetta kravdi eisini, at neyðugt var við fólki, sum kundi umvæla hesar maskinurnar, og kann væl eisini roknast sum fyrsta stigið fram móti tí, sum Farodane síðani skuldi blíva til.
Tað hendi nógv hesi árini. Í 1976 vórðu danirnir í Farodane keyptir úr felagnum, og eftir hetta átti feðgarnir, Carl Herup og Ólavur Olsen felagið burturav.
- Longu árið eftir byrjaði Farodane at selja skrivstovuinnbúgv, og tað skuldi seinni vísa seg at gerast avgerandi, sigur Ólavur Olsen.
Hetta hendi næstan samstundis, sum felagið loystu hølistrupulleikarnar, tí árið eftir – í 1980 – flutti Farodane inn í stór og snotulig hølir uppi í Brekkutúni í Hoyvík.
Máttu velja
Nýggju hølini skaptu heilt aðrar umstøður, men við víðkanini av skrivstovuútbúnaðinum, gjørdist skjótt aftur heldur trongligt.
- Vit vóru komin hartil í 1987, at vit máttu taka eina avgerð um, hvønn veg vit vildu fara frameftir. Vit høvdu víðkað javnt og samt um skrivstovuútbúnaðin, so fólk fingu sín tørv nøktaðan í so máta, bæði hvat vørum og tænastum viðvíkur, sigur Ólavur Olsen.
Men tíðin var komin hartil, at leiðslan mátti velja hetta ella hatta.
- Tað var eitt sindur ørkymlandi í aðrari telefonini at selja rosinur og blæður, og í hinari kopimaskinur. So vit máttu velja, og hóast kolonialvørurnar umboðaðu 60% av umsetninginum, valdu vit hetta frá, sigur Ólavur Olsen.
Sum sagt so gjørt, og fyritøkan fór nú at leggja doyin á at veita kundunum bestu tænastuna og vørurnar innan skrivstovuútbúnað.
- Hetta hendi stutt eftir, at eg varð vorðin stjóri í 1983, men pápi mín, Carl Herup Olsen, helt tó fram í fyritøkuni, eftir 1983 sum nevndarformaður, sigur Ólavur Olsen.
Hann sigur, at pápin altíð var ógvuliga varligur, og altíð sygrdi fyri at gjalda kreditorunum sum tað fyrsta.
- Eg haldi, at Farodane øll árini hevur givið avlop. Pápi plagdi altíð at siga, at »Den som betaler sin gæld, øger sit bo«, og tað er eisini tað, sum eg havi havt sum mið, sigur Ólavur Olsen.
Menningin øgilig
Hann heldur, at ein tann størsta menningin, hesi 50 árini hann hevur starvast í Farodane-regi, er samskiftið.
- Tá eg byrjaði fór bíleggingin fram við brævi fyri tað mesta. Tað vóru bara einar tríggjar telefonlinjur til Danmarkar, og tí mátti tú bíleggja eina samrøðu um morgunin, skuldi tú hava vónir um at sleppa ígjøgnum, áðrenn skrivstovurnar lótu aftur í Danmark um kvøldið, sigur Ólavur Olsen.
Tjaldrið var bert í Føroyum 14. hvønn dag, so við brævi tók tað drúgva tíð at bíleggja vørur.
- Tað var tí talan um eina kollvelting, tá ið telexið kom, og ikki minni, tá telefaxini komu fram. Nú kundi tú knappliga senda eitt dokument, og løtu seinni var tað í hondunum á móttakaranum hvar sum helst í heiminum, sigur Ólavur Olsen.
So hvørt sum menningin fór fram, byrjaði Farodane eisini at selja telduútgerð.
- Vit byrjaðu í 1992, og í 1993 yvirtóku vit T-Mac í Havn, og harvið eisini kendu merkini Canon og Apple-teldurnar, sigur Ólavur Olsen.
Hann sat sum stjóri í Farodane fram til 2003, tá eldri sonurin, Rolf Olsen, tók við. Og árið eftir doyr Carl Herup Olsen.
- Vit vóru nú aftur komin til eitt vegamót, og høvdu aftur eina stóra avgerð at taka, sigur Ólavur Olsen.
Selja fyritøkuna
Umframt teir tríggjar brøðurnar vóru eisini tvær systrar, og nú tey byrja at koma upp í árini, byrjaði tosið um at selja fyritøkuna.
- Øll vóru sjálvandi greið yvir, at tað lá eitt ávíst virði í fyritøkuni, og tí var eisini eitt ynski um at realisera hetta virði, meðan enn var góð tíð at njóta lívið, sigur Ólavur Olsen.
Hann var tá vorðin nevndarformaður í Farodane, og nú var so farið undir at lodda dýpið um møguligir keyparar funnust.
- Tað vísti seg, at Løkir hevði áhuga í fyritøkuni, og tað endaði við, at teir keyptu. Tað var tó tann treyt við, at Rolf og eg framvegis skuldu eiga 17% av fyritøkuni, og at Rolf skuldi halda fram sum stjóri saman við Christian Nagata. Eisini lá tann treytin við, at eg sjálvur skuldi halda frasm í fyritøkuni, sigur Ólavur Olsen.
Hesar treytir vórðu gingnar á møti, og skjótt var Farodane lagt saman við ComData og seinni eisini við Sendistovuni. Og uppaftur nøkur ár seinni eisini við Atlantstøkni.
Upprunaliga Farodane finst tó aftur í nýggja samtakinum, Nema.
- Nema hevur partafelagsnummar 49, og tað er sama nummar, sum Farodane hevði, so á tann hátt kanst tú siga, at Nema er Farodane – ella umvent, sigur Ólavur Olsen.
Trívist
At Ólavur hevur verið kappingarmenniskja alt sítt lív sæst best av, at hann í samfull 16 ár vardi málið hjá besta liðnum í B36, og hevur leikt fimm landsdystir. Men hann hevur eisini verið við til ein trend, sum í dag er eitt must.
- HB og B36 hava altíð kappast, og eg minnist, at Poul Michelsen (gamla HB-kempan, red) tá arbeiddi hjá Kartna Winther. Og tað var einaferð síðst í 70-árunum, at havnarfeløgini sum tey fyrstu í landinum fóru at bera lýsingar á búnunum. HB lýsti við Araba-kaffi frá Kartna Winther, meðan B36 lýsti við JP-kaffi frá Farodane, sigur Ólavur Olsen.
Men sponsoreringin var tó avmarkað til, at fyritøkurnar keypti eitt sett av leikarabúnum.
Seinnu árini hevur Ólavur olsen fingist við at designa innbúgv til størri verkætlanir.
- Eisini har er ein menning farin fram. Fyrr var hetta gjørt í hond við millimetur pappíri, meðan tað í dag fer fram við teldu, sigur Ólavur Olsen.
Hann hevur soleiðis verið avgerandi í at vinna tilboð um innbúgv til eitt nú Fiskivinnuskúlan í Vestmanna, skúlan í Hovi, skúlan á Løgmannabreyt og skúlan á Argjahamri. Og stendur tað til hann, verða tað fleiri verkætlanir aftrat.
- Mær dámar væl og eg eri væl fyri. Eg føli, at eg framvegis kann gera ein mun, og eg haldi í heila tikið, at fyritøkur áttu at gjørt meiri brúk av fólki við drúgvum royndum. Tær áttu at sær okkum sum eitt tilfeingi heldur enn sum eitt haft um beinið, sigur Ólavur Olsen, nú hann kann hátíðarhalda sín 50 ára starvsdag.