Av og á skipar Reinsaríði fyri tiltøkum, sum hava politiskt ella samfelagsligt innihald. Seinnapartin í dag klokkan fimm byrjar tiltakið »Fólksins« í Tórsgøtu, tiltaki er í dag og í morgin leygardagin. Ætlanin við tiltakinum er at geva fólkinum eina rødd við einum fólkafundi og ymiskum tiltøkum.
- Av tí at hin fólkafundurin, sum upprunaliga skuldi vera her, datt niðurfyri, vildu vit skipa fyri einum líknandi tiltakið, sigur Turið Maria Jóhansdóttir, samskipari fyri Fólksins.
- Vit eru tilvitaði um at summi halda hetta vera eitt politiskt tiltak, men tað eru bæði politiskir flokkar, politikkarir sum eru uttanflokka, og aðrir áhugafelagsskapir so sum Sinnisbati, Amnesty, Provita o.s.fr. Tað einasta kravi vit høvdu fyri felagskapirnir sum vildu luttaka á Fólksins, var at innihaldi teir vildu leggja dent á, skuldi hava samfelagsligt ella fólkaligan týdning, sigur Turið Maria Jóhansdóttir.
Tað vera 19 tiltøk yvir vikuskifti, umframt tónleikur um kvøldið bæði fríggja- og leygarkvøldið. Í kvøld vera fleiri tiltøk, millum annað hjá Sinnisbata og Provita. Leygardagin seinnapart verður millum annað hólmgonga, framløga við Sjúrður Skaale har hann hugleiðir inn á Trump og Føroyar, og so hava Framsøkin Ung fingið bisp at hugleiða um grønar tilveru spurningar.
- Vit vóna at tað verður góð undirtøka, fólk eru jalig og vit hava fingið nógvar jaligar afturmeldingar, so hetta verður spennandi, sigur Turið Maria Jóhansdóttir.
Skráin og tiltøkini eru at finna á Facebook her