Fámjiningar revsa Javnaðarflokkin og Tjóðveldi

Men Kristin Michelsen fekk ein góðan start

Hóast Fámjin er eitt av tímum smáu valstøðunum, men har hevur ein ávísur spenningur verið um valúrslitið. Serliga hevur tað verið spennandi av eini orsøk, og tað er spurningurin um Fámjinstunnil.

Henrik Old, fyrrverandi Landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlaði at fara undir tunnilin, men samgongan tók hann av ræði og tók Dalstunnilin fram um.

Og tað hava fámjingar revsað samgonguna fyri. Á løgtingsvalinum í dag fekk Javnaðarflokkurin bara 15 atkvøður og tað eru 14,5 prosent minni enn seinast. Og Tjóðveldi fekk bara fimm atkvøður, og tað er ein afturgongd upp á 17,3 prosent.

Hinvegin fekk Kristin Michelsen ein góðan start, sum nýklaktur Sjálvstýrismaður. Sjálvstýri fekk onga atkvøðu í Fámjin á seinasta løgtingsvali, men í dag fekk Sjálvstýrið 13 atkvøður í Fámjin Tað er 21 prosent av atkvøðunum - og Kristin Michelsen fekk tær allar.