Hetta síðsta samdøgurið hevur tað verið rættiliga hált nógvastaðni, og tað er komið óvart á fleiri bilførarar. Løgreglan sigur, at hetta síðsta samdøgurið hava tey fingið fýra fráboðanir um at bilar eru farnir út av. Øll fýra óhappini hava verið í miðstaðarøkinum, har bilar gliðu út av vegnum í hálkuni. Í øllum førum er bara talan um materiellan skaða.
Løgreglan hevur ikki skrivað niður, hvussu bilarnir vóru skøddir. Men í hesum sambandi er vert at viðmerkja, at frá 1. desember til 30. apríl, er ikki loyvt at koyra við summardekkum, tá ið tað er hált. Verður koyrt við summardekkum tá ið tað er hált, er tað eitt lógarkrav, at bilurin hevur ketur.
Annars er loyvt at koyra við píkadekkum frá 16. oktober til 30. apríl.
Á øllum vanligum persónbilum, og bilum annars upp til 3500, er tað annars eitt krav, at øll dekkini skulu vera av sama slagi. Tað merkir, at bilurin skal antin hava fýra summardekk, fýra píkadekk, ella fýra vetrardekk, sum eru merkt M+S, ið merkir mud & snow, ella evja og kavi á føroyskum. Og løgreglan sigur, at tað eru onki undantøk frá hesi regluni.
Tá ið tað er hált, skulu vetrardek ella píkadekk hava eitt mynstur, sum er minst tríggjar millimetrar djúpt, og tað er galdandi fyri øll akfør, bæði prutl, bussar, lastbilar, persónbilar, og so framvegis.
Annars skulu dekkini á persónbilum og øllum bilum upp til 3500 kilo, hava eitt mynstur, sum er minst 1,6 millimetrar djúpt, og bilar yvir 3500 kilo, skulu hava dekk, har mynstrið er minst ein millimetur djúpt.
Á lastbili er tað bara eitt krav dekini á sama aksli eru av sama slagi, og tað merkir, at hann kann hava píkadekk aftan og vetrardekk framman.
Motorsúkklur og prutl skulu hava eina mynsturdýpd upp á minst ein millimetur