Fýra deyð aftrat í Danmark

Í Russlandi er 9.709 nýggir korona-tilburðir staðfestir seinasta samdøgnið.

 

Seinasta uppgerðin hjá Statens Serum Institut vísir, at fýra fólk aftrat eru deyð av korona-smittu seinasta samdøgnið í Danmark. Talið av innløgdum er minkað við sjey, og nú eru tilsamans 133 fólk innløgd við korona-smittu í Danmark. Hetta er samstundis lægsta tal síðan hin 18. mars í ár.

Seinasta samdøgnið er talið av smittaðum í Danmark vaksið við 69, soleiðis samlaða talið av dønum, sum hava ella hava havt korona-smittu, nú er 10.927.

Í Russlandi hava myndugleikarnir staðfest 9.709 nýggjar smittutilburðir seinasta samdøgnið, og hetta er triðju ferð hesa vikuna, at talið av smittaðum í eitt samdøgur er niðan fyri 10.000. Í Russlandi hava tey nú tilsamans havt 281.752 smittutilburðir.

Í Spania doyðu 87 fólk seinasta samdøgnið við korona-smittu. Hetta er fyrstu ferð í tveir mánaðir, at talið av deyðum í eitt samdøgur hevur verið niðan fyri 100. Seinasta samdøgnið eru 421 nýggir smittutilburðir staðfestir í Spania.