Fýra stórtap í fýra dystum

Málúrtøkan hjá føroyska U-17 landsliðnum gjørdist 1-28 aftaná fýra dystir í NM-kappingini

Eisini finsku U-17 dreingirnir vóru eirindaleysir, tá teir spældu ímóti føroyska U-17 landsliðnum í plasseringsdystinum um sjeynda/áttanda plássið.
Finnland vann heili 8-0, aftaná hálvleiksstøðana 4-0. Sigast má, at sjáldan hevur úrtøkan verið so soltin hjá einum føroyskum U-17 landsliði til eitt norðurlandameistaraskap fyri U-17 landslið.
Føroysku U-17 dreingirnir taptu fyrst 0-9 ímóti Svøríki, síðani 0-6 ímóti Noregi, og so kom frægasta úrslitið ímóti Skotlandi, har føroysku U-17 dreingirnir taptu 1-5. Tá kom føroyska liðið á odda 1-0 við einum avbera vøkrum málið, sum Ari M. Danielsen skeyt úr 30 metra fjarstøðu uttan møguleika hjá Celtic málverjanum at bjarga, men tá liðini fóru til hálvleiks var Skotland á odda 2-1.
Annar av venjarunum hjá U-17 landsliðnum, Pól F. Joensen sigur, at liðið stóð seg væl tann fyrsta hálva tíman ímóti Noregi og Svøríki, men tá liðini fyrst skora ímóti okkara liði, so tykist tað sum ein klappur fer fyri eyguni hjá føroysku dreingunum. Í seinna hálvleiki gekk væl fyrsta korterið, men so endaði aftur galið, tá norðmenn og svenskarar fingu mál.
Um 0-8 tapið ímóti Finnlandi sigur Pól F. Joensen, at føroyska liðið brúkti ov nógva orku til at fáa eitt brúkiligt úrslit ímóti Skotlandi, og dreingirnir tí vóru deyðatroyttir, tá teir møttu finska liðnum.
- Tað fysiska og kondisjónsmessiga haltar úti í feløgunum. Tann føroyska kappingin er alt ov veik til, at vit kunnu takast við so krútsterk lið, sigur ein sera bersøgin Pól F. Joensen.