Førari: Bussurin koyrdi ikki

Førarin av bussinum upplivdi als ikki hendingina, soleiðs sum hini bæði vitnini. Hann greiðir í telduposti til undirritaða frá, at bussurin ongantíð fór á rull

Førarin av býbussinum, ið fyrradagin dró eina kvinnu eftir vegnum, upplivdi als ikki hendingina soleiðs, ið undirritaði skrivað hana í gjár. Hann hevur í telduposti greitt undirritaða frá hendingini, soleiðs sum hann minnist hana.

»Eg hoyri eitt bump, og vendi mær við og síggi, at ein eldri kvinna er dottin uttanfyri bussin, orsaka av at tað var hált og ikki saltað enn. Eg skundi mær aftur í bussin, hjálpi damuni upp á beinini og in at sita. Eg spyrji, um eg kann hjálpa henni, men hon svarar ikki. Kanska botnar tað í, at eg tosi danskt og hon føroyskt. Tá eg havi tryggja mær, at hon hevur skilt meg, men síggi at hon ikki ger tekin til at tørva hjálp, velji eg at seta meg aftur og koyri avstað.«


Dyrnar mugu vera afturlatnar

Hann greiðir víðari frá, at dyrnar í bussunum mugu verða afturlatnar, skulu bussarnir kunna koyra.

»Um tað, ið varð skrivað í avísini, veruliga var hent, hevði kvinnan ikki verið før fyri at fara úr bussinum í Steinatúni, men hevði tá heldur havt brúk fyri eini ambulansu. Men tað, ið verður lýst í blaðnum, letur seg als ikki gera. Tá tað eru hurðalás á øllum hurðunum í bussinum, kann bussurin als ikki flyta seg, uttan at allar dyr eru afturlatnar á fullgóðan hátt.«