Bæði sveinar og lærlingar kunnu meldað seg til. Kappast verður á trimum økjum: at umvæla, at finna feilir og síðan spurningar.
Kappingin verður skipað soleiðis, at allir luttakarar verða líka stillaðir. Dómarar verða lærarar á bildeildini á Tekniska Skúla í Havn. Heiðursmerki verða handað trimum teimum bestu.
Føroya Besti Bilmekanikari vinnur eina vikuskiftiferð fyri tvey á Hotel Hilton í Keypmannahavn. Onnur spennandi tiltøk verða á Tekniska Skúla henda sama dagin
Tilmelding til kappingina kann gerast á telduposti shell@shell.fo, ella við at ringja til 347412.