renning
Eins og undanfarin ár skipar Ítróttafelagið TREYSTI fyri árligu Føroya Bjór renningini á norðoyastevnu. Henda rennikapping er nú vorðin ein fastur táttur í leygardagsskránni á norðoyastevnu, og er hetta fimta ári á rað, at runnið verður í Miðbýnum. Í 1999 og 2000 luttøku umleið 120 børn og vaksin, og í fjør; tá firma-staffet var við fyri fyrstu ferð, vóru umleið 140 luttakarar. Sostatt kann ikki sigast annað enn, at rennikappingin hevur fingið góða undirtøku, og vóna fyrireikarnir úr Treystinum, at luttøkan verður eins góð í ár. Runnið verður sum vant leygardagin, og verður rutan at renna hin sama. T.v.s. eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu. Byrjan og mál verða við Telefonstøðina.
Skráin fyri rennikappingina sær soleiðis út:
Kl. Aldursbólkur Umfør Teinur
12.00 Vaksin 13 ár og eldri 7 5 km
12.30 Børn undir skúlaaldur 1 675m
12.45 Børn í skúlaaldri til og við 12 ár 2 1.350 m
13.00 Firma-staffet
(3 luttakarir, 1 umfar í part) 1 x 3 675 x 3
13.15 Heiðursmerkjahandan og lutakast
Aldurbólkar og teinar eru teir somu sum í fjør. Einasta broyting er, at tey vaksnu renna fyrst. Børn undir skúlaaldur renna eitt umfar, meðan børn í skúlaaldri til og við 12 ár renna tvey umfør. Tey vaksnu byrja við Talvhúsið og renna 5 km. Kappingin hjá teimum vaksnu er samstundis 3. umfar í Grand Prix kappingini sum DSF (Deildarsambandið fyri Súkkling og Frælsan ítrótt) skipar fyri.
Firma-stafett
Aftur í ár verður roynt at skipa fyri ?firma-staffet?. Seinasta ár eydnaðist hon so mikið væl, at roynt verður aftur í ár. Tríggir luttakarir (menn/kvinnur) frá sama firma renna eitt umfar í part tvs. 675 m.
Fyrsti luttakari á liðnum byrjar og rennur eitt umfar, næsti luttakari stendur klárur á málinum, fær eitt klapp frá tí fyrsta og rennur síðani avstað, triðji og seinasti luttakari stendur klárur og fær eitt klapp frá tí næsta og rennur síðani avstað, og tá hann kemur á mál er alt liðið komið á mál. Tvs. at 3. maður er avgerandi fyri hvussu liðið klárar seg. Best er, um teir 3 luttakarnir frá sama firma hava eins troyggjur at renna í, so tað verður lættari at halda skil á skiftum. Virkir, stovnar o.l. kunnu tilmelda eitt ella fleiri lið á tríggjar rennarir.
Heiðursmerki og steyp
Tá seinasti rennarin er komin á mál, og úrslitini eru greið, verða heiðursmerkir handað til trý tey fremstu hjá bæði gentum og dreingjum í báðum aldursbólkum, meðan tað hjá teimum vaksnu verður latið steyp til vinnaran hjá kvinnum og monnum og heiðursmerkir til nr. tvey og trý. Vinnandi stafett-liðið fær steyp til ognar, umframt at nr. tey trý fremstu liðini fáa heiðursmerkir. Okkurt leskiligt verður at fáa frá Føroya Bjór, umframt at lutakast verður ímillum allar luttakarnar um gávur frá stuðlum.
Tilmeldan
Tilmelding fer fram við Telefonstøðina í seinasta lagi hálvan tíma áðrenn kappingirnar byrja. Allir lluttakarir verða tó bidnir um at møta við Telefonstøðina og tilmelda seg í góðari tíð áðrenn renningin byrjar. Luttøkugjaldi er kr. 20 fyri børn, kr. 30 fyri vaksin og kr. 100 fyri firma-staffet. Øll eru vælkomin at verða við og vóna fyrireikarnir at undirtøkan verður minst líka góð sum seinasta ár.