Tað gerst eitt búskaparligt skrall í Føroyum, um loysingarætlanin hjá landsstýrinum verður framd, líkamikið um skiftistíðin verður 4 ella 15/20 ár. Hetta eru allir óheftir búskaparfrøðingar samdir um.
Sjálvandi gerst niðurgongdin til lækkaða livistøðið hjá føroyingum ógvusligari við 4 árum enn 15/20. Um livistøðið lækkar til bretskt støði, ella kanska portugisiskt, sum tað hevur verið sagt, er ilt at meta um, men vælferðarsamfelagið, sum vit kenna tað í dag, verður burtur, tað verður mist. Arbeiðsloysi og fólkaflyting verður fylgjan, stendur eisini í teimum búskaparmetingum, sum eru gjørdar í sambandi við loysingarætlanina.
Seinasta veljarakanning
Seinasta veljarakanning vísir, at 61,87% av Føroya fólki velja ríkisfelagsskapin. 27,53% siga nei, 10,60% vita ikki ella vilja ikki svara. Við øðrum orðum, sami stóri meiriluti fyri ríkisfelagsskapinum, sum vit hava sæð áður í kanningunum.
Kortini trumlar landsstýrið fram við sínar loysingarætlan, sum um tað hevur alt Føroya fólk aftan fyri seg. Rópt verður eftir ST at leggja uppí, ella øðrum triðja parti. Gud viti hvat ST hevði svarað, um tað varð spurt, eitt er í hvussu so er vist, hetta hevði gjørst søguligt eindømi í søgu ST.
Onki land í øllum heiminum hevur higartil biðið ST um hjálp fyri at lækka livistøðið í sínum egna landi, taka rættindi frá fólkinum og somuleiðis vælferðarsamfelagið. Tey høvdu ivaleyst flent í kíkið at landsstýrinum. Slíkir luksustrupulleikar eru sanniliga ikki hvønndagskostur hjá ST.
Álvaratos
Tíðin má vera komin til, at føroyingar siga at nú kann tað vera »well« við at landsstýrið spælir sær við lagnuni hjá føroyska fólkinum, vælferðarsamfelagnum og ríkisfelagsskapinum.
Nú kann tað vera »well« við at landsstýrið forpestar viðurskiftini millum fólkið í Føroyum og fólkið í Danmark og ríkinum annars.
Landsstýrið má gera sær greitt, at tað, sum stóri fólkaviljin stendur aftanfyri, er ein nýmótansgerð av viðurskiftunum í ríkisfelags-skapinum. Nýggj stjórnarskipan fyri Føroyar í ríkisfelagsskapinum.
Hetta kemur so týðuliga fram allastaðni úti millum fólk. Í veljarakanningum er heldur ongin ivi, fólk velja ríkisfelagsskapin.
Føroya fólk letur seg
ikki taka av fótum
Føroya fólk hevur sæð, at loysing ella fullveldi hoyrir eini farnari tíð til, og landsstýrið arbeiðir fyri hesi farnu tíð. Føroya fólk hevur sæð, at framtíðin eitur samband og samvinna ímillum lond, sjálvstýrandi tjóðir og landspartar.
Tey hava sæð, at samstarv tvørtur um landamørk eyðkennir altjóðarpolitikk í dag, og í nógv teimum flestu førunum hevur tað økta frmleiðslu og búskaparvøkstur við sær. Tey hava sæð, at saman við Danmark og Grønlandi standa vit sterkari.
Tí, hvat meira kanst tú ynskja tær, enn at vera partur av einum størri ríki og samstundis stýra tínum egna landi?
Hesum vilja vit í Sambandsflokkinum fegin standa fyri og fremja tað í verki.
Edmund Joensen hagtøl eru hjálpiamboð og ikki avgerandi stýringsamboð.
Samfelagsmenning og samfelagsgongd kemur ikki dalandi niður úr erva. Tað eru vit sjálvi, sum skulu skapa menningina, og tað eru vit sjálvi, sum skulu stýra gongdini.
Hvat fer at henda?
Og hvat er tað, sum menn rokna við fer at henda, og hví hendir tað?
Høvuðstrupulleikin er tann skeivleiki, sum fer at koma í ta pyramiduna, sum hevur við aldurssamansetingina at gera. Tað gerast alt fleiri pensjonistar, meðan bólkurin við fólki í vinnuførum aldri verður lutfalsligari minni.
Sagt verður, at pensjonistabólkurin, tað eru tey yvir 65 ár, fer at veksa úr teimum 6200, sum eru í dag, til gott og væl 10.000 um knappliga 40 ár. Hetta er ein vøkstur upp á gott og væl 60%. Samstundis veksur bólkurin av teimum, sum eru í vinnuførum aldri, tað eru tey millum 20 og 64 ár, úr teimum gott og væl 24.000, sum eru í dag, til 29.000 um knappliga 40 ár. Hesin vøkstur er uml. 20%.
T.v.s. at pensjonistabólkurin fer at veksa nógv skjótari enn bólkurin í vinnuførum aldri, og tí fer forsyrgjarabyrðan at veksa. Tað merkir so aftur, at har tað í dag eru fýra fólk í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist, verða tað um 40 ár bert trý í vinnuførum aldri til hvønn pensjonist. Forsyrgjarabyrðan veksur, tí tað gerast lutfalsliga færri til at gjalda yvir skattin tað, sum fer til pensjónir og umsorgan.
Men somu hagtøl vísa eisini, at gongdin seinastu 30 til 40 árini hevur verið júst tann sama, sum vit kunnu vænta okkum næstu 30 til 40 árini. Og seinastu árini hevur tað gingið stútt framá, so hví ikki heldur siga, at vit taka hetta sum eina avbjóðing, og at útbyggingin sjálvandi skal halda áfram.
Og hví veksur pensjonistabólkurin lutfalsiga í mun til tann vinnuføra bólkin? Jú, fyri tað fyrsta, tí vit, sum nú eru um miðalaldur fingu færri børn og fyri tað næsta, tí at livialdurin hækkar. Men hetta við livialdrinum er jú eyðkenni fyri framkomin samfeløg og hevur leingi verið ein málsetningur innan heilsuøkið. Hetta er ikki eitt eyðkenni fyri tilafturskomin lond. Tí er tað nakað av einum paradoksi, at hetta skal fáa heitið ein tikkandi bumba fyri framtíðarsamfelagið.
Lat okkum tí avmontera hesa pensjónsbumbuna í føðingini, tí annars er vandi fyri, at hon verður politiskt misbrúkt til at skrúða hetta samfelagið annaðleiðis saman. Man kann jú gera sær trupulleikar fyri at fáa eina orsøk til at gjøgnumtrumfa ein ávísa politiska ætlan.
Pensjónsskipanir
Ikki tí, tað eru nú mong ár síðan, at politikkarar bæði her heima og rundan um okkum fóru at tosa um, at tað fór at gerast alt meira trupult at fíggja pensjónirnar yvir skattin, og tí mátti onnur loysn finnast. Fram í ljósið komu loysnir, sum bygdu á ymisk prinsippir, t.d. at pensjónirnar skuldi arbeiðsmarknaðurin taka sær av, meðan aðrir mæltu til, at hvør lønmóttakari skuldi sjálvur skipa fyri egnum pensjónsviðurskiftum, meðan uppaftur aðrir tosaðu um, at hetta skuldi síggjast sum ein almenn uppgáva.
Tí síggja vit eisini ymiskar pensjónsskipanir í teimum ymisku londunum. Týskland hevur latið hetta upp í hendurnar á arbeiðsmarknaðinum, Ongland hevur latið tað upp í hendurnar á hvørjum einstøkum, meðan vit um okkara leiðir enn halda fast um ein ávísan solidaritet við almennum pensjónum.
Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum.
Teir borgarligu mæla nú til, at hvør sætar sær, og tí vilja teir hava eina fólkatrygging. Vit skulu sjálvi taka ábyrgd av egnum aldurdómi, verður sagt. Man hevur ábyrgd fyri sær sjálvum og ikki av øðrum. Hetta er egoisman, tá hon er best. T.v.s. at hvør tryggjar seg sum frægast við einum ávísum prosenti av lønini. Tað hevur verið nevnt, at hvør lønmóttakari skal gjalda inn 10% av lønini. Hetta er ein møguleiki fyri tey við góðum lønum, men tað kemur sanniliga at sansa at hjá nógvum tímaløntum og øðrum í tí dagliga at skulu gjalda 10% av lønini til pensjón. Og sum skilst, so skal arbeiðsgevarin ikki gjalda.
V. ø. o. tann munur, sum er í okkara arbeiðsføra aldri, har nøkur tjena nógv og onnur minni, hann verður varðveittur í pensjónsárunum. Og fyri tey, sum ikki hava verið á arbeiðsmarknaðinum m.a. heimaarbeiðandi mammur, tey arbeiðsleysu og tey brekaðu, har verður ein píningur av einari almennari pensjón. Alt í alt ein skipan, har tey fáu fáa ov nógv, og tey mongu ov lítið.
Framhald
Jóannes Eidesgaard