– frá miðnámi til hægri útbúgvingar og skeið
Útbúgvingarnar á Føroya Handilsskúla hava allar tað til felags at tær á ymsan hátt snúgva seg um handil og búskap, hóast útbúgvingarnar og skeiðini eru á ymiskum stigum. Umframt vanligu HH og FHS útbúgvingarnar á dagskúlanum eru møguleikar at taka FHS lærugreinir antin sum fjarlestur ella kvøldskúla og at taka hægri útbúgvingar, eitt nú Akademiútbúgving, TSÚ og HD.
Frá miðnámi…
Miðnámsútbúgvingarnar mugu metast at verða kjarnuvirksemi á Føroya Handilsskúla. Miðnámsútbúgvingarnar fevna um FHS, gymnasialu miðnámsútbúgvingina HH og lærlingaútbúgvingar.
FHS og HH
Handilsskúlin bjóðar á FHS og HH nakrar av teimum vanligu lærugreinunum, sum eru kendar frá fólkaskúlanum, men eisini fleiri nýggjar og spennandi lærugreinir innan handil og búskap. Undirvísingin er sera fjøltáttað og fevnir m.a. um floksundirvísing, bólkaarbeiði, einstaklingsarbeiði, kanningarferðir, verkætlanir, evnisdagar og námsferðir (innan- og uttanlands).
FHS er ein støðisútbúgving, ið tekur eitt ár. Á útbúgvingin fært tú eina grundleggjandi vitan og handalag, sum kann nýtast, um tú fert undir lærlingaútbúgving innan skrivstovu- ella handil. FHS-prógv er eisini ein fortreyt fyri at fara undir eina gymnasialu miðnámsútbúgvingina HH, ið tekur 2 ár.
HH er ein liðilig útbúgving, sum er lagað eftir áhuganum hjá tí einstaka við ymiskum møguleikum at velja lærugreinir. Undirvísingin á HH gevur tær eitt breitt innlit í samfelags- og vinnulívsviðurskifti, samstundis sum útbúgvingin er almennandi. Tú fært sostatt førleikar, sum bæði kunnu brúkast, um tú ætlar tær at fáa starv ella lærupláss í privatari ella almennari vinnu, ella tú ætlar tær undir hægri framhaldslestur (fyrireiking til akademiska útbúgving).
Faktaboks: Upptøkutreytir vm
Heiti Longd Dømi um lærugreinir Upptøkutreytir Upptøka næstu ferð FHS 1 ár – støðisútbúgving Almennar lærugreinir, t.d. enskt, samfelagslæra, marknaðarførsla og virkisbúskapur
Vallærugreinir, t.d. spanskt og visuell marknaðarførsla
Økislærugreinir, t.d. ungt virki 9. ella 10. flokkur August 2009 – umsóknarfreist 15. mars 2009 HH 2 ár – gymnasial miðnámsútbúgving Kravdar lærugreinir, t.d. føroyskt, altjóða búskapur og virkisbúskapur
Vallærugreinir, t.d. sølubúskapur, ársroknskapur, sálarfrøði og mentanarfatan. FHS við støddfrøði ella 2. fremmandamál á C-stigi August 2009 – umsóknarfreist 15. mars 2009
3 ára HH
Føroya Handilsskúli í Tórshavn og á Kambsdali fóru í 2007 sum eina roynd undir 3-ára handilsgymnasiala útbúgving stytt 3-ára HH. Tað merkir, at næmingar, ið hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, nú kunnu søkja beinleiðis inn á HH, í staðin fyri FHS og síðani 2 ára HH.
Ásannandi at ein stórur partur av teimum, sum seinnu árini eru farin undir FHS útbúgvingina, sum er støðisárið í verandi skipan, ynskja at sleppa beinleiðis inn á HH fór skúlin undir royndarskipanina. Umsóknartølini seinnu árini vísa, at umleið 60-70% av teimum, sum ganga á FHS, søkja víðari á HH. Við at skipa útbúgvingina sum eina 3-ára handilsgymnasiala útbúgving verður mett, at tað eru betri fortreytir fyri samanhangandi námsfrøðiligari og fakligari menning.
Lærlingaútbúgving
Lærlingaútbúgvingarnar, sum eisini eru miðnámsútbúgvingar, eru á Føroya Handilsskúla eru skipaðar í tveir partar:
FHS er fyrsti partur, sum flestu lærlingar hava áðrenn teir fara í læru. Um lærlingurin ikki ikki hava FHS áðrenn útbúgvingin byrjar, er neyðugt at taka lærugreinir á FHS saman við øðrum parti. Útbúgvingin kann vera stytt um lærlingurin hevur HH. Annar partur av lærlingaútbúgvingini er skipaður sum skúlaskeið, sum lærlingurin tekur, samstundis sum hann er knýttur at læruplássi.
Tey, sum eru í læru innan skrivstovuyrkið, hava í nógv ár kunnað tikið ástøðiliga partin av útbúgvingini, t.e. skúlaskeiðini, á Føroya Handilsskúla. Sum nakað nýtt fer ber nú eisini til hjá lærlingum innan smá- og heilsøla at taka alla útbúgvingina í Føroyum, bæði verkliga og ástøðiliga partin. Fyrimunir við hesum eru m.a. at undirvísingin kann taka støði í føroyskum viðurskiftum, at undirvísingin innan smá- og heilsøluyrki í Føroyum verður ment og arbeiðsgevari og samfelag spara útreiðslur til millum annað ferðing.
Faktaboks innihaldið á skúlaskeiðum á lærlingaútbúgvingunum
Skúlaskeiðini á lærlingaútbúgvinginum fevna m.a. um: Smá- og heilsølu lærlingar Søluráðlegging
Persónlig søla
Viðskifta- og vørustreymur
Upplýsingar- og peningastreymur
Yrkisroynd
Skrivstovulærlingar Arbeiðsumhvørvið, umsiting, góðska
Fyriskipan og leiðsla
Søla og marknaðarførsla
Menning og framtíði
Yrkisroynd
… til hægri útbúgvingar
Føroya Handilsskúli hevur í nógv ár boðið út hægri útbúgvingar innan merkantila økið. Í løtuni bjóðar skúlin fulltíðarútbúgvingina TSÚ og parttíðarútbúgvingarnar HD og AÚ. Á leið 70 lesandi eru á hægru útbúgvingunum á Føroya Handilsskúla í løtuni.
TSÚ, sum er stytting fyri teldustøðinga útbúgvingin, er ein vinnurætta hægri útbúgving. Endamálið við útbúgvingini er at førleikamenna lesandi til sjálvstøðugt og í verkætlanum at loysa tær mongu uppgávurnar, sum knýta seg til nýtslu av kunningartøkni. Lesandi fáa bæði grundleggjandi vitan um t.d. tøkni og búskap og djúpari vitan um KT. Á teldustøðingútbúgvingini, sum er skipa sum fulltíðarlestur í 2½ ár, verður m.a. arbeitt við forritan, system menning, kunningartøkni í virkinum og netverk. Undir útbúgvingini er møguleiki at gera fleiri spennandi verkætlanir. Útbúgvingin gevur førleika at starvast í KT vinnuni ella at arbeiða við KT í virkjum ella á almennum stovnum.
HD útbúgvingin er ein viðurkend parttíðar hægri útbúgving fyri komandi og verandi leiðarar í privatum virkjum og á almennum stovunum og virkjum. Útbúgvingin, ið er býtt í tveir partar, tekur 4 ár tilsamans. HD 1. partur tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug grundútbúgving innan vinnubúskap, sum verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Handilsháskúlan, Århus Universtitet. HD 2. partur tekur eisini tvey ár og velja lesandi tá sergrein innan t.d. Sølubúskap, Leiðslu ella Roknskap og Búskaparstýring. Í løtuni er møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergrein innan Roknskap og Búskaparstýring sum fjarlestur.
AÚ, Akademiútbúgvingin, er eins og HD, ein parttíðar hægri útbúgving. AÚ svarar í vavi til HD 1. part. Útbúgvingin er sett saman av 6 modulum. Á AÚ ber til at velja ávísa breyt, t.d. innan búskap, marknaðarførslu ella leiðslu. Til hvørja breyt eru knýttar 4 lærugreinir, harav millum 2-3 eru obligatoriskar, og tvær størri verkætlanir. Útbúgvingin er tó sera liðilig, tí tann lesandi gera sjálvi av nær og hvussu nógv tey ynskja at taka av útbúgvingini.
Fakstaboks hægri útbúgvingar:
Heiti Longd Øki Upptøkutreytir Upptøka næstu ferð TSÚ 2½ ára fulltíðarlestur
150 ECTS Útbúgving innan KT Gymnasial miðnámsútbúgving, støddfrøði B September 2009 HD 4 ára parttíðarlestur
120 ECTS Grundútbúgving innan vinnubúskap og sergrein innan t.d. roknskap Gymnasial miðnámsútbúgving September 2010 AÚ 3 ára parttíðarlestur
60 ECTS Merkantil útbúgving við ymsum breytum, t.d. leiðslu, búskap og marknaðarførslu Miðnámsútbúgving og/ella royndir Tvær ferðir um árið, næstu ferð september 2009
Arbeitt verður framhaldandi við menning av hægri útbúgvingum á Føroya Handilsskúla og verður slíkt menningararbeiði frameftir eisini skipa í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya.
…og skeið
Skeiðsdepilin, sum nú hevur nøkur ár á baki, er samstarv millum Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Havn. Depilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving og bjóðar skeið og útbúgvingar til einsktaklingar, privat virki og almennar stovnar.
Faktaboks: Økini, sum Skeiðsdepilin arbeiðir við
Øki Dømi um skeið og útbúgvingar Leiðslumenning Leiðaraútbúgving, coaching, projektleiðsla Almenn fyrisiting Alment innlit, fyrisitingarlógin, persónsupplýsingarlógin Merkantila øki Samskifti, søla og tænasta, málskeið, KT Tekniska øki AutoCad, dreying og fresing, sveising
Keldur:
HYPERLINK "http://www.fh.fo"www.fh.fo, HYPERLINK "http://www.skeidsdepilin.fo"www.skeidsdepilin.fo, Aina L. Knudsen