Føroya Kolvetni hevur altíð verið til reiðar at koma til eina semju. Men Sagex er ikki nøgt við semingsuppskotið, og krevur umframt fult endurgjald sambært sáttmálanum, eisini eina ávísa nøgd av partabrøvum í Føroya Kolvetni til sera lágar prísir. Hetta halda vit í Føroya Kolvetni ikki vera rímiligt sigur nevndarformaðurin Graham Stewart
Oljufeløg í hornatøkum
Ein partur av tí stuttu søguni hjá Føroya Kolvetni er tað samstarv, felagið hevur havt við norska oljuráðgevingarfelagið Sagex Petroleum, sum fekk trupulleikar av Norsk Hydro, ið stevndi Sagex fáar dagar fyri, at Føroya Kolvetni skuldi lata sína umsókn inn um loyvi at leita eftir olju undir Føroyum. Sagex noyddist tá at pakka saman í Føroyum; men søgan um Føroya Kolvetni og Sagex Petroleum er ikki liðug enn.
Nú Sagex er farið í rættin í Oslo við krøvum móti Føroya Kolvetni hava vit hava heitt á nevndarformannin í Føroya Kolvetni, Graham Stewart, um at siga sína hugsan um hetta samstarvið, sum byrjaði so væl, og sum er endað í rættinum og í ringasta føri kann kosta føroyska oljufelagnum nógvar pengar.
Graham Stewart sigur, at avtalan, ið varð undirskrivað í februar 2000, gjørdi Sagex til tekniskan ráðgeva hjá Føroya Kolvetni; men longu í mai 2000 hevði Norsk Hydro lagt fútaforboð imóti teimum. Fútaforboðið bar við sær, at Sagex ikki kundi arbeiða víðari fyri Føroya Kolvetni. Skuldi Føroya Kolvetni luttaka í fyrsta loyvisumfarinum, metti tað seg ongan annan møguleika hava enn at slíta avtaluna við Sagex. Hendan avgerðin hevur ført til, at Sagex hevur kravt endurgjald frá Føroya Kolvetni, og av tí at partarnir ikki eru komnir til eina semju, hevur Sagex tikið upp sakarmál ímóti felagnum.
Sagex var stovnað av fyrrverandi Saga Petroleum monnum, ið høvdu drúgvar royndir innan føroyska jarðfrøði. Graham Stewart og hini oddafólkini í Føroya Kolvetni høvdu tí havt stórar vónir um samstarvið við Sagex, sum byrjaði í 2000.
Graham Stewart vísir á, at sjálvt um Sagex longu í mai mánaða hevði trupulleikar av Norsk Hydro, eydnaðist tað Føroya Kolvetni at fáa tillutað loyvi í fyrsta føroyska loyvisumfarinum. Nevndarformaðurin í Føroya Kolvetni sigur víðari, at hóast Sagex hevði arbeitt í umleið ein fjóðring av avtalaða tíðarskeiðinum fyri Føroya Kolvetni, hevur Føroya Kolvetni tó altíð verið til reiðar at koma til eina semju. Men Sagex er ikki nøgd við semingsuppskotið, og krevur umframt fult endurgjald sambært sáttmálanum, eisini eina ávísa nøgd av partabrøvum í Føroya Kolvetni til sera lágar prísir. Hetta metur Føroya Kolvetni ikki vera rímiligt.
Sakin koyrir nú sína gongd í býrættinum í Oslo, og verður væntandi tikin til dóms til heystar, um ikki ein semja er funnin áðrenn sigur Graham Stewart í viðmerkingini til málið. Hann ynskir ikki at gera aðrar viðmerkingar soleiðis sum støðan er í løtuni.