Tað er felagið Bjarnafossur í Svínoy, við Ólavi Hátún á odda, sum skipar fyri framsýningini av gomlu bátunum.
”Hetta eru bátar sum feðgarnir Poul úr Nornastovu (ættaður úr Mikladali) og sonur hansara Poul Jóhannes (Pollarin) hava smíðað,” sigur Ólavur Hátún.
”Hetta er serstakliga gott handverk - ja eg vil kalla tað sonn listaverk,” sigur hann.
Ætlanin er at einir 14 bátar skulu vera við, tá bátarnir verða sýndir fram á Sjómannadegnum.
Myndin er úr blaðnum "Glóðin" hjá Útoyggjafelagnum (2013)