Føroya Symfoniorkestur hevur seinastu dagarnar fyrireikað konsertina, sum i ár hevur tveir føroyskar solistar at bjóða, ið framføra verk eftir Arthur Honegger. Tað eru tey bæði Andrea Heindriksdóttir og Kári Bæk.
Umframt tað verður Coriolan-ouverturan eftir Ludvig van Beethoven og symfoni nr. 41, Jupiter, eftir Wolfgang A. Mozart at hoyra.
Anders Øberg stjórnar
Tað er Anders Øberg, solo-cellospælari á Kgl. Kapellinum í Keypmannahavn, sum stjórnar orkestrinum hesaferð.
Umleið 60 tónleikarar eru við á konsertini hesaferð, og av teimum eru einir 14 tónleikarar úr Danmark.
Umstøðurnar at hava konsertina í Læraraskúlahøllini eru kanska ikki so góðar sum í Norðurlandahúsinum, men Bogi Lützen, formaður í nevndini fyri orkestrið, sigur, at tað meir enn so ber til. Størri konserttiltøk hava verið í høllini, við góðum úrsliti.
Bert pláss fyri 200
Læraraskúlahøllin er ikki so rúmlig sum salurin í Norðurlandahúsinum, og vit mugu gera nógv arbeiði sjálvi, sum starvsfólkini í Norðurlandahúsinum annars hava skipað fyri, men tað gongur kortini, sigur Bogi Lützen.
Trupulleikin er, at bert 200 fólk sleppa inn, og at konsertin bert kann framførast einu ferðina. Tað kemst av, at donsku luttakararnir fara heimaftir beinanvegin.
Tað hevur verið eitt sndur trupult at fáa alt at ganga upp viðvíkjandi at konsertin ikki er í Norðurlandahúsinum.
Neyðugt hevur verið at læna nótastólar o.a. frá Norðurlandahúsinum,og tað hevur ikki staðið á, siga fyrireikararnir.
Atgongumerki til konsertina í Læraraskúlahøllini fáast á Kunningarstovuni í Havn, og kosta 60 krónur.
Av tí at nógv fólk vanliga fara til konsertina hjá Symfoniorkestrinum, er ivaleyst neyðugt hesaferð at keypa atgongumerki í góðari tíð.
Konsertin, sum er sunnudagin 27. september kl. 16, varar umleið tveir tímar.