Føroya Tele hevur havt eitt sterkt ár

Árið 2011 royndist væl hjá Føroya Tele. Tað vísir roknskapurin, sum varð almannakunngjørdur í sambandi við ársaðalfundin hjá Føroya Tele fríggjadagin 27. apríl.

Roknskapurin fyri 2011 vísir eitt avlop eftir skatt á 50,9 milliónir krónur, sigur Føroya Tele.

Hetta er munandi betri enn árið fyri, tá ið úrslitið eftir skatt var 7 milliónir krónur.

Úrslitið er positivt ávirkað við góðum 11 milliónum krónum frá óvanligum upp- og niðurskrivingum frá virksemi felagsins uttan fyri Føroyar.

- Leiðslan í Føroya Tele leggur dent á, at roknskapurin er úrslit av teimum tiltøkum, sum eru gjørd seinnu árini.

- Ein fortreyt fyri, at úrslitið er so nógv batnað í Føroya Tele, er tann miðvísa strategiska leiðin at seta kundan í miðdepilin í øllum okkara virksemi. Hetta hevur skerpað okkara fokus á ta góðu tænastuna til kundan, sum er okkara tilverugrundarlag.

Haraftrat vísir góða úrslitið, at tær tillagingar og effektiviseringar, sum eru gjørdar á Føroya Tele síðstu árini, hava verið neyðugar og hava styrkt felagið.

Føroya Tele er búgvið til frameftir at veita tænastur á høgum stigi við framhaldandi at menna fjarskiftiskervið í Føroyum og til umheimin,” sigur Kristian R. Davidsen, stjóri.

Í 2011 vóru íløgur gjørdar fyri umleið 30 milliónir krónur til útbygging av neti og undirstøðukervi.

Vinningsbýtið til eigaran, sum er Føroya Landsstýri, er 9 milliónir krónur.

Í dag hevur Føroya Tele eitt gott og framkomið net, har breiðbandið røkkur út í hvønn krók í landinum.

Til samanberingar vísa tøl frá OECD, at Føroyar eru á einum áttanda plássi millum øll heimsins lond við útbreiðslu av breiðbandi.

Føroyar hava í dag eisini farbreiðband á landi og sjógvi; farbreiðbandið á landi røkkum 90 prosent av føroyingum, og á sjónum røkkum farbreiðbandið út á 60-70 fjórðingar. GSM-netið dekkar øll øki í landinum.

Á aðalfundinum hjá Føroya Tele vóru øll umboðini hjá Landsstýrinum í nevndini afturvald.

Í nevndini sita: Klaus Pedersen, Jóhannus Egholm Hansen, Eyðhild Skaalum og Fanny Petersen, sum umboða Føroya Landsstýri, og Christian Joensen, Ulla Stenberg og Janus Djurhuus, sum eru starvsfólkavald umboð.

Klaus Pedersen heldur fram sum formaður í nevndini fyri Føroya Tele.