Føroyakvøldið á Meiarínum

Av tí at Ólavsøkukabarettin verður spæld nøkur kvøld afturat, verður Føroyakvøldið í kvøld á Meiarínum heldur enn í Sjónleikarhúsinum

Føroyakvøldini við upplestri, leiki, tónleiki, sangi, føroyskum dansi og dansispølum, Kunningarstovan og Havnar Sjónleikarfelag saman skipa fyri í summar, og sum vegna Ólavsøkukabarettina, vórðu tikin av skránni um ólavsøkuna, verða nú tikin uppaftur tann 3. 10. og 17. august.

Av tí at Ólavsøkukabarettin verður spæld nakrar ferðir afturat, verður Føroyakvøldssýningin 3. august klokkan 20.30 á Meiarínum í Tórsgøtu, sigur Lina Larsen, sum samskipar tiltakið.

? Tey 13 fólkini, sjónleikarar, tónleikarar og hjálparfólk úr Grímu, Havnar Sjónleikarfelag, fáa aftrat sær hesaferð Súsonnu Tórgarð, sum hevur lagt til rættis og framførir søgnina um Kópakonuna. Eyð Matras samskipar hendan partin av tiltakinum.

Ingigerð á Trøðni sigur frá um føroyska dansin, dansispøl, dansisið og um føroyska búnan.

Hetta týskvøldið skipar Dansifelagiðn í Havn fyri dansinum og dansispølum.

Á Hotel Föroyum, Hotel Hafnia og á Rio Bravo er fiskabuffet og annar góður føroysku matur á matskránni.

Atgongumerkini til Føroyakvøldini fáast á Kunningarstovuni, og til sýningina verða atgongumerki eisini seld á Meiarínum ein tíma undan síning, sigur Lina Larsen.