Føroyar besta leitiøki í heiminum

BP Amoco vil komandi seks árini gera íløgur í Føroyum uppá umleið 180 mill. kr. og skal hetta vera við til at stimbra og menna føroyskt vinnulív at gerast kappingarført í altjóða høpi

Undan handanini av leitiloyvum hevur stórur spenningur verið um, hvat og hvussu nógv eitt av heimsins størstu oljufeløgum, BP Amoco fór at fáa. Nú tað er greitt, at felagið er millum vinnarnar í Gullhorninum, er leitistjórin Peter Rattey sera væl nøgdur. -Vit fingu tað økið, sum vit fyrst og fremst høvdu søkt um, uttan at nakað varð latið øðrum av tí. Peter Rattey sigur, at teir eisini søktu um eitt annað økið men skilur hann væl Oljumálastýrið, sum vildi lata øðrum tað.

Tað hevur undrað onkran, at BP ikki hevur fingið økið tættast upp at markinum, sum liggur næst oljufeltunumm á bretskum øki. Peter Rattey sigur, at teir hava valt út teigarnar teir hava fingið við tí fyri eygað at gera eitt fund skjótast gjørligt, og hann dylur ikki fyri, at teir hava sett sær sum mál at bora næsta summar og raka við olju áðrenn árið er úti. Peter Rattey sigur, at tað teir leita eftir, er júst tað sama, sum teir hava funnið, har verandi keldur Foinaven og Schiehallion eru. Teir eru ómetaliga bjartskygdir og hóast føroyska økið er lítið sammett við t.d. Angola ella Meksikanska Flógvan, so liggur Føroyarøkið sera ovarliga á listanum hjá BP yvir positiv og lovandi øki.

BP Amoco hevur longu ein pall kláran til uppgávuna. Tað er Transocean Leader, sum væl egnaður til Føroyaøkið. Teir eru tó í løtuni í samráðingum við hini feløgini, sum hava fingið leitiloyvi um saman at finna ein annan pall. Stórur eftirspurningur er eftir boripallum og finna feløgini saman ikki ein boripall, so verður tað Transocean Leader, sum fer at bora fyri BP.

Leitistjórin sigur, at hann tekur ikki munnin ov fullan, tá hann undirstrikar, at leitiøkið teir hava fingið atgongd til á føroyska landgrunninum er eitt tað mest týdningarmikla hjá BP í øllum heiminum. Teir síggja annars stórar møguleikar í øllum økinum niðri í landssynningshorninum eins og á økjunum hinumegin markið.

-Vit rokna við at finna eitt ella tvey oljufelt á stødd við Schiehallion á teigunum vit nú hava fingið tillutað. Hetta er eitt felt uppá umleið 500 mill. tons av olju.

Peter Rattey sigur, at fleiri onnur feløg hava fríggjað til BP, sum tó hevur gjørt greitt, at tað vil vera einsamalt um uppgávuna.


Stór íløguætlan

Felagið hevur annars í umsóknini sagt seg vilja stuðla føroyskum virksemi. -Vit eru sinnaðir til at gera íløgur í Føroyum komandi árini uppá umleið 24 mill. dollarar tvs. umleið 180 mill. kr. Her er talan um eitt íløguprogramm næstu seks árini, sum hevur til endamál fyrst og fremst at stimbra føroyskan ídnað til at gerast kappingarførur í heimshøpi. Teir hava lovað Oljumálastýrinum at finna nøkur føroysk feløg, einar 3-5 fyritøkur, sum BP kann vera við til at lyfta upp á eitt støði, har tær kunnu vera kappingarførar á heimsmarknaðinum. Ein av hesum fyritøkum kann væl gerast Føroya Tele, hóast BP ikki endaliga hevur gjørt nakað av. Talan er um at kunna leggja ein "fiberoptic" KT-kaðal millum Hetland og Føroyar via verandi oljufeltini Foinaven og Schiehallion. Hetta kann so vera grundarlagið undir einum KT-ídnaði í Føroyum.

-Kunnu vit vera við til at stimbra føroyskar fyritøkur, so er hetta júst tað vit vilja brúka pengar til sigur Peter Rattey og vísir sum eitt dømi á, hvat tað t.d. vil siga fyri Føroyar og oljuídnaðin, um Atlantic Airways t.d. hevði fasta rutu hvønn dag millum Føroyar og Glasgow!

Nakað av pengunum, sum BP vil lata til føroyska samfelagið verður koyrt í ein grunn, sum Oljumálastýrið hevur mælt til. Hann vísir á, at BP ætlar ikki einsasmalt at gera av, hvat pengarnir teir vilja investera her skulu brúkast til. Tað má gerast í tøttum samstarvi við føroyskar myndugleikar. Stjóri hjá BP Amoco í Føroyum er Hjarnar Djurhuus, sum í stuttari viðmerking sigur seg vera væl nøgdan við úrslitið. Hann sigur, at hetta er orsakað av tí professionalismu og seriøsiteti, sum BP fólk leggja fyri dagin.