Føroyar er frálíkt stað til kreativa skapan

Ein av fyrilestrarhaldarunum er danska Kirsten Stendevad, ið er tíðindafólk við sergrein í vinnuligum alheimsrákum. Hon er inspirator og leiðari av ‘Institut for Indre Karriere’. Stendevad hevur verið vinnujournalistur í New York í 10 ár, har hon eisini hevur hildið skeið fyri fyritøkuleiðarar m.a. í kreativiteti

Ráðstevna

Kirsten Stendevad hevur skrivað fleiri bøkur um, hvussu vit kunnu laga okkum eftir nýggju krøvunum í tíðini, m.a. sum meðhøvundur av bestsellarnum “simple-living.dk”. Kirsten fer at gera eina lítla kreativitetsuppgávu í sambandi við fyrilesturin.

Ein mótrørsla
Tað finnast stórar rørslur, ið ganga aðrar vegir. Vit kunnu tosa um mótrørslur innan nýkapitalismuna í dag móti forbrúkaraismuni og kritiskar røddir, ið finnast at globaliseringini. Við eitt skulu fólk á skeið at læra at liva við strongd. Fólk fara ikki til psykolog longur, tey finna sær ein life-coach, ein lívsvenjara, tí møguleikarnir eru so mangir. Yngri fólk eru í ferð við at gera upp við markleysu materialismuna, ið herjar kring londini í Evropa í hesum døgum. Seinastu árini hava vit sæð ein longsul eftir einum meiri simplum lívið millum nógv fólk. Í bókini »Simple-living.dk – Nye veje til et enkelt liv« skriva fimm yngri kvinnur, ið allar hava havt stóra framgongd innan kreativ fak og fjølmiðlar í Danmark, um at skapa eitt alternativ til materialismuna.

Troytt av ovurnýtslu
Hesi vilja hava, at lívið skal kunna livast sum ein heild, og tey vilja inn í kjarnan við at gera lívið meira einfalt uttan strongd og spjaðing millum lív og arbeiði. Hesi tosa um at skera alt óneyðugt burtur og um at finna fram til tað, ið er umráðandi í lívinum. Tá tað gerst neyðugt at velja millum pening ella lívið, siga tær: Vel altíð lívið, heildina, tí gert tú tað, kemur eydnan.
Hesi fólk hava ofta forvunnið fitt av peningi, men eru troytt av at brúka hvørt oryra uppá ferðir, býtúrar, kaféir, taksabilar o.s.fr. Tað hesi vilja er at sleppa at velja millum pening og eitt stórt forbrúk ella eitt lív við meining. Hesi halda, at alt ov nógv fólk keypa alt møguligt sum eina endurbót fyri mist lívsinnihald. Nógv brúka teir fáu tímarnar, tey ikki eru til arbeiðis til at leita eftir seinastu fartelefonini, nýggja blendaranum, ið reklamurnar lova vilja gera tey lukkulig.

Ein mótrørsla?
Tað er torført at siga um henda simple living rørsla er ein verulig rørsla enn, men hon rakar beint niður í kjakið um vónleysu forbrúkaraismuna í dag. Eg haldi, at hesi seta fram áhugaverdar spurningar, sum t.d. um fólk spyrja seg sjálvi tá tey hugsa um inntøkur og útreiðslur, um tey fingu eina kenslu av veruligum fulnaði, nøgdsemi og virði fyri tíðina og lívsorkuna, eg brúkti til at forvinna og brúka hesa løn? Er henda orkan, eg havi brúkt, í samsvari við míni virði og lívsendamál?

Bleyt vitan hørð úrslit
Kirsten sigur um sín fyrilestur, sum hon kallar: »Det er ‘det bløde, der giver ‘hårde resultater på bundlinien« at:
- Kreativitet har en anden anatomi end produktivitet. Derfor skal vi til at arbejde og leve på nye måder i Vesten for at kunne få de rigtig gode ideer, så vi kan leve af innovation. Vidste du f.eks., at balance mellem arbejde og privatliv fremmer kreativiteten? At vi kan arbejde mindre, hvis vi arbejder på den rigtige måde? Og at Færøerne har de perfekte præmisser til kreativitets-maksimering?