Føroyar geva Kekkia ein skarpan gang

Hálvleiksstøðan í EM undankappingardystinum á Hálsi er 12-11 til Kekkia

Føroyingar hava á ongan hátt givið skarvin yvir, nú tað er hálvleikt í EM undankappingardystinum í hondbólti í høllini á Hálsi í Havn.

Hálvleiksstøðan millum menninar hjá Føroyum og Kekkia er 12-11 til Kekkia.

Serliga síðstu lítlu løtuna undan steðginum vignaðist tað væl hjá føroyska liðnum.

Eftir at Kekkia leingi hevði verið frammanfyri við einum og tveimum málum, øktu teir til 12-8.

So gjørdi føroyska liðið av álvara ein vørr. Í ein minutt skoraðu Føroyar trý mál, og so var hálvleilksstøðan 12-11.

Føroyska álopsspælið hevur ikki verið so sannførandi, sum tað onkuntíð hevur verið.

Tí hevur tað verið kærkomið hjá føroyingunum, at Elias á Skipagøtu hevur verið so knáur í ein ímóti einum støðum.

Kekkia er styrkismett at vera stinnasta liðið í bólkinum.

Føroyar eru styrkismettar at vera veikasta liðið í bólkinum.