Føroyar hava russisku bjørnina á hornunum

Ítróttarhøllin á Hálsi er fullsett, nú føroyskur hondbóltur sigur farvæl við Sonna Larsen

Fríggjakvøldið skrivaði føroyska mansliðið í hondbólti søgu, tá ið tað eydnaðist at vinna EM undankappingardyst ímóti Kekkia.

Í kvøld er síðsti heimadysturin í hesi undankappingini á skránni. Føroyar eiga í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn heimavøll ímóti russisku heimsstjørnunum.

Høllin er fullsett, og undan dystarbyrjan segði stóra og eldhugaða fjøldin farvæl við venjaran Sonna Larsen. Tað hevur fleiri ferðir verið tætt við, at tað fór at eydnast honum og landsliðnum at vinna stórt úrslit.

Fríggjakvøldið eydnaðis tað, tá ið tað endaði 27-26 ímóti Kekkia.

Eftir fyrra hálvleik í kvøld er støðan 12-11 til Russland. Fríggjakvøldið var Kekkia frammanfyri við einum málið, tá ið dysturin var hálvrunnin, so tað er spenningur í høllini, har tað av álvara kókar.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið framúr í álopsspælinum, og í málinum hevur Nicholas Satchwell verið ein øgiligur brandur, hóast hann sær út til at vera ikki so lítið darvaður av skaða.