Hetta má heilt náttúrligt fáa okkum, sum um ikki so langa tíð skulu taka støðu til framtíðarlagnu føroyinga, at spyrja: Hvat gott kann spyrjast burturúr tí, at »serfrøðingar« úr Føroyum fara til Liechtenstein fyri har við lykt venda hvønn stein fyri at vita, hvussu liechtensteinar suverenitetur verður handfarin?
Liechenstein er konstitutionelt kongadømi við fúrsta og lóggevandi Landtag og liggur í alpunum millum Schweiz og Eysturríki til støddar 25 km x 6 km. Fúrstadømið er kent fyri frímerkjaframleiðslu og sera lagaligan skattapolitikk. Har arbeiða umleið 20.000 fólk herav 12.000 útlendingar, og av teimum eru 7.000 búsett í Schweiz.
Næstan ongin skattur og lagaligar reglur fyri útlendskum kapitali er orsøkin til, at meira enn 25.000 handilsvirkir úr allari verðini eru skrásett í Liechtenstein.
Fúrstadømið hevur mynt- og tollunión við Schweiz, sum eisini hevur uttanríkispolitik Liechtensteinar um hendi.
Fúrstin kann innkalla og upploysa ríkisdagin (Landtag), 1000 borgarar ella 3 kommunur (av 11) kunnu framleggja lógaruppskot. Lógir, samtyktar av ríkisdegnum, kunnu vrakast ella góðtakast við fólkaatkvøðu.
Um pástandurin, at ein politisk vitjan til Liechtenstein við formanninum í uttanlandsnevndini á odda er fullveldisekspeditión, er eftirfarandi, fer tað er verða spennandi at vita, um Føroyar sum ein nýggjur fuglur Fønix - hann vísir seg hvørji 500 ár - rísur úr Atlantshavinum átøkur Liechtenstein í teimum schweizisku/eysturrísku alpunum: Føroyar, konstitutionelt kongsveldi, sum gongur í arv til son eins og kongsjørðin við so at siga ongari skattalóg og 50% arbeiðsmegi úr øðrum londum.
Jú sanniliga, vit hava nógv í vænti, um illgrunin hjá Jóannesi Eidesgaard, løgtings- og fólkatingsmanni, hevur hald í veruleikanum.
Skattaborgarar landsins, ið ikki hava gloymt politiska- og umsitingarliga vitloysi í 80-unum, sum tók støðið undan vanligum viti og skili við katastrofalum avleiðingum fyri at kalla hvørt hús og heim, mugu spyrja, hvussu henda mikla ferðina eystur og vestur og suður í onnur lond verður fíggjað. Í 80-unum játtaði løgtingið árliga 4-5 milliónir til ferða- og dagpening uttanlands, meðan løgtingið nú ikki ræður yvir meira enn 300 túsund um árið til sama endamál?
Heri Mohr