Føroyar kunnu verða sjálvbjargnar við orku

-Talan kann gerast um eina olju"bonanzu" verður olja funnin í summar ella næsta ár. Men uttan mun til um tit finna olju, so eiga føroyingar at gerast so sjálvbjargnir við orku sum tilber, og tað er m.a. við at troyta egnar orkumøguleikar, eitt nú við at samskipa vindmyllur við pumpuskipan í vatnbyrgningum, sum skotið er upp at gera í Vestmanna.

Orka
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


-Eingin ivi er um, at Føroyar kunnu spara nógva orku og troyta nógvar alternativar orkumøguleikar í framtíðini, nú oljuprísurin er so høgur og tyngir samfelagið so nógv sigur Richard Hardmann, fyrrverandi stjóri í Amerada Hess og í dag stjóri í Atlantic Petroelum UK og mælir hann føroyingum til umframt at leita eftir olju eisini at gera íløgur í alternativar orkukeldur.

Hann var millum luttakararnar á olju- og orkuráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í farna mánað. Hann heldur, at hetta var ein sera positiv og góð ráðstevna, har vit rukku víða um, frá oljuvinnuni og trupulleikunum í dag til vónirnar til framtiðina. Ráðstevnan boðaði frá, at her er nógv virksemi og kreativitetur, og tað er sera gott.

Richard Hardmann er sera spentur um úrslitið av komandi boringum á landgrunninum og sigur, at føroyingar kunnu eisini vera á gáttini til eina øgiliga spennandi tíð, ja sum hann málber seg, eina "bonanza". Men hóast tað verða gjørd stór oljufund, so eigur áhugin fyri alternativu orkuloysnunum ikki at minka.

Honum dámdi so væl ætlaninar hjá felagnum Røkt í Vestmanna, sum vórðu umrøddar á ráðstevnuni, at hann vil avgjørt mæla føroyskum orkumyndugleikum vísa teimum áhuga og vælvild. -Tað var ein sera spennandi og frameftirhyggjandi verkætlan, har tú samskipar pumpuskipanir og vindmyllur. Um eg var tit, so hevði eg brúkt øll høvi at fingið vindorkuna at sampakka við eina slíka pumpuskipan. Hetta er avgjørt tað rætta, og tit vilja fáa stórar fyrimunir við slíkari menning.

Richard Hardmann, sum hevur arbeitt í oljuvinnuni alt sítt lív, sigur, at var hann føroyingur, so hevði hann ynskt at sæð einar framtíðar Føroyar, sum eru so sjálvbjargnar á orkuøkinum, sum tilber.

Oljan og framtíðin
Og hann heldur fram: -Oljan fer at vera eitt virðismikið og avmarkað tilfeingi í framtíðini . Ì dag er ikki møguligt at seta nakað í staðin, eitt nú tá tað snýr seg um flutning. Fyri Føroyar merkir tað m.a., at tú hevur einki at skifta oljuna út við hjá skipum og flogførum. Tú kanst møguliga útskifta hana við flótandi gass, men tað gerst ikki her og nú.

Richard Hardmann sigur annars, at vit eru við at koma til eitt vegamót, har vit ikki finna meira olju. Serfrøðingar eru ymiskir á máli um henda spurning. Sjálvur heldur hann, at toppurin verður náddur í 2012, plus ella minus 8 ár. Tað kann tískil vera nú ella í 2020. Almenna hugsanin hjá stóra oljufelagnum Chevron er, at tað verður eitt hæddarpunkt verður í 2010, men tað krevur so, at tað verða sera høgir oljuprísir.

Um oljuprísurin kollapsar fer man ikki at leita eftir olju í sama mun, og teir høgu prísirnir fyri at leiga boripallar fara at lækka. Høgi oljuprísurin skundar undir leiting í kostnaðarmiklum økjum so sum Føroyum í løtuni. Fyri brúkaran vil príslækkning koma væl við uppá stutt sikt, men fyri oljuútboðið hevði hetta ikki verið gott.

Keypið oljufelt
Sjálvur hevur Richard Hardmann eini góð ráð at geva føroyingum, tá tað ræður um at fáa nøktað sín oljutørv í framtíðini, ein tørv, sum fer at verða leingi aftrat, uttan mun til um tú fer yvir til viðvarandi orkukeldur.

-Finnur tú ikki olju sjálvur at nøkta framtíðar tørvin, so mást gera eina avtalu um at fáa olju. Og tað kanst tú m.a. gera við at keypa eina oljukeldu ella part av henni.

Hann vísir á, at danir hava keypt ein part av Ormen Lange gassfeltinum, so teir hava tryggjað sær 10 ára gassleveransu til Danmark, so hví skulu ikki føroyingar keypa ein part av einum oljufelti eisini og vísir til, at Atlantic Petroleum hevur útvegað sær lut í oljufeltum longu. Kanska skulu almennu Føroyar gera eina avtalu við Atlantic Petroleum leggur hann aftrat.

-Sum stjóri í Atlantic Petroleum UK er tað nettupp ein slíka avtala eg vildi sæð. Tit mugu liva við ótryggleikanum í fiskiflotanum. Við slíkari avtalu kundi man minkað ella sloppið av við henda ótryggleikan ella ikki verið so bunding at øðrum.

Spennandi tíð
Annars heldur Richard Hardmann, at tað sær sera spennandi út hjá føroyingum, tá hugsað verður um at finna egna olju eisini, tó at einki enn er avgjørt.

-Brugdan, sum verður borað í summar, er ómetaliga áhugaverd. Ikki minst tí, at man her roynir nýggjar leiðir. Eingin kennir úrslitið. Sagt er at 23% møguleiki er fyri, at tað eydnast. Eg veit tað ikki. Tað kann vera 1% ella 60%. Eg veit tað ikki. Tí mugu vit bora fyri at finna út av tí.

-Nú hevur tú fylgt oljuleitingini við Føroyar so leingi, er tú framvegis bjartskygdur um, at vit finna oljuna?

-Eg haldi, at fundini, sum eru gjørd í seinastuni, t.d. Cambo og Lochnagar/Rosebank vísa okkum, at vit tosa ikki bara um J-basengið, tvs. økini niðri í landssynningshorninum á landgrunninum. Vit mugu hyggja eftir øllum turru brunnunum á Atlantsmótinum, tá vit evalauera hetta og hyggja frameftir. Eg haldi ikki, at vit nóg greitt vistu, hvat vit gjørdu, tá vit boraðu fyrstu brunnarnar. Vit eru nústaðni við at læra nakað. Og eg trúgvi at tøknin eisini er á okkara síðu. Seismikkurin sum Statoil legði fram fyri okkum á ráðstevnuni vísir, hvussu langt vit eru komin.

Jú eg eri meira bjartskygdur. Og tað at oljuprísurin er høgur hevur eisini nógv at siga fyri leitingina.

Annars fegnast hann um, at áhugin fyri at arbeiða hjá oljufeløgum í dag er nógv størri enn hann hevur verið, kanska tí at tey ungu fólkini kenna tað sum, at henda vinnan ikki er so "dálkandi" og tískil ikki longur við at koma í ringt orð, sum áður.

Richard Hardmann er javnan í Føroyum fyri at tosa við fólkini hjá Atlantic Petroleum her. Í gjár var hann á eini slíkari stuttari vitjan.