Føroyar møta Makedonia í hálvfinaluni

(FM1) Hoyr samrøðu við Mark Lausen-Marcher, U20 landsliðsvenjara. Samrøðan var gjørd aftaná frálíka sigurin á Hvítarusslandi

Føroyar eru við í oddinum í B-EM endaspælinum fyri U20 manslandslið í hondbólti.

 

Aftaná frálíkan 29-22 (16-12) sigur á oddaliðnum í bólki A, Hvítarusslandi hava Føroyar vunnið seg í hálvfinaluna, ið verður ímóti vertstjóðini, Makedonia leygardagin.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna FM1 hevði við føroyska U20 landsliðsvenjaran, Mark Lausen-Marcher aftaná minniliga sigurin ímóti Hvítarusslandi.

 

Mark Lausen-Marcher heldur, at aftaná sigrar á Grikkalandi og Estlandi og tap ímóti Finnlandi og Litava, so er dysturin ímóti Hvítarusslandi nógv tann besti hjá føroyska liðnum í kappingini higartil.

 

Mark Lausen-Marcher ynskti sær eina hálvfinalu ímóti Makedonia, og hana fekk hann eisini. Í hálvfinaluni verður eisini farið eftir sigrinum.