Í morgin leygardagin verður ein stórur ítróttarfrásøgudagur á FM1.
Byrjað verður klokkan 12.50 við beinleiðis studiofrásøgn av HM-undanundankappingardystinum í hondbólti millum kvinnulandsliðini hjá Føroyum og Sveis. Frásøgumaður verður Sjúrður H. Hoydal, og viðmerkjarar verða Turið Arge Samuelsen og Bára Krossteig Hansen hjá Kyndli, ið ikki eru við landsliðnum hesaferð.
Klokkan 15 fer Petur Asbjørn Lervig at siga beinleiðis frá Betrideildardystinum millum ÍF og 07 Vestur, ið verður spældur í Fløtugerði í Fuglafirði.
Klokkan 16 fer Tróndur Arge at siga beinleiðis frá Betrideildardystinum millum NSÍ og EB/Streym, ið verður spældur við Løkin í Runavík.
Fylgt verður við í gongdini í dystunum B36-B68, ið byrjar klokkan 15, og TB-KÍ sum byrjar klokkan 16. Í sendingini "Triði Hálvleikur" verður prátað við m.a. Sjúrð Jacobsen, hjálparvenjara hjá KÍ, Øssur Hansen, høvuðsvenjara hjá B68 og Dan Brimsvík, høvuðsvenjara hjá B36.
Samrøður og hæddarpunkt koma út á in.fo.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum Betrideildardystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 HER