Føroyingar hittast í London

Aftur í ár verður samkoma og hugnaløta í donsku kirkjuni í London fyri føroyingar, sum búgva í Bretlandi. Tiltakið verður sunnudagin 6. mai.

 



Samkoma


Vanlig gudstænasta verður klokkan 11 og har eru føroyingar vælkomnir sum altíð. Aftaná gudstænastuna verður fyrst drekkamunnur og køkur á skránni. Eftir tað verður borðreitt við Buffet Lunch.


Danska kirkjan liggur í St. Katharine´s Precinct, Regents Park, London NW1 4HH. Næstu undirgrundstøðirnar eru Camden Town, Northern Line og Great Portland Street , Circle Line. Stigtakararnir til samkomuna, sum eru fólkini í FISC biðja okkum siga frá, at tey, sum koma vi ð hýruvogni skulu siga, at tey skulu til St. Katharine´s Precinct, next to Cumberland Terrace.


Tey, sum vilja vera við, skulu boða frá til Marjun Joensen á telefon 020 8953 9920 ella á e-mail: marjoensen@aol.com