Føroyingar uttanlands koma ikki til Føroyar at halda páskir, og føroyingar í Føroyum fara heldur ikki uttanlands.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, sigur, at eingi ferðafólk hava bílagt sær ferðaseðil við Atlantsflog á páskum.
Annars plaga nógv fólk at ferðast á Páskum, men vandin fyri korona fær fólk at setast aftur.
Nú eru meiri enn tvær vikur síðani at flogferðslan til og úr Føroyum varð skerd niður í lítið og einki.
– Vit plagdu at hava 30 flogferðir til og úr Føroyum um vikuna, men nú hava vit tríggjar ferðir, og tær eru allar ímillum Føroyar og Danmark. Øll hini ferðamálini hjá Atlantsflogi eru heilt strikað í ferðaætlanini til koronakreppan er av, sigur stjórin í Atlantsflogi.
Myndugleikarnir hava mælt fólki frá at ferðast uttan tað er alneyðugt og Jóhanna á Bergi sigur, at tað hava fólk tikið til eftirtektar.
Teir túrar sum eru, eri ætlaðar til sjúkragflutning, til at flyta heilsustarvsfólk ímillum í arbeiðsørindum og at flyta arbeiðsfólk annars ímillum.
Og flogførini verða bara brúkt til tað tí tað eru eingi onnur ferðafólk við, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon sigur, at tað verður heldur ikki flogið meiri á páskum enn tað sama, men tað eru heldur eingi ferðafólk, sum hava keypt sær ferðaseðil.
Myndugleikarnir hava beinleiðis mælt fólki frá at ferðast á páskum, og tað hava fólk tikið til eftirtektar, tí tað fólk fáa sær ikki ferðaseðil, sigur stjórin. Samstundis verður mælt til, at tey, sum koma úr útlondum, fara í sóttarhald í tvær vikur.
Hon sigur, at hon hevur onga hóming av, nær flogferðslan kemur aftur í eina vanliga legu. Tað stendur til myndugleikarnar, tí vit halda okkum nágreiniliga til tilmælini frá teimum, sigur Jóhanna á Bergi.
Stjórin í Atlantsflogi heldur, at í allari kreppuni, er tað eitt ljóspunkt, at heilt nógv av teimum, sum annars høvdu ferðaseðil, hava útsett ferðina, ella tey hava fingið ein tilgóðaseðil.
Sostatt eru tað ikki so nógv, sum beinleiðis hava avlýst ferðina.
– Tað vísir, at tey hava vónina um, at hendan kreppan fer at hæsa av og so fara tey at ferðast seinni, sigur Jóhanna á Bergi.