Eftir ein strævnan men sera upplýsandi og gevandi dag saman við embætisfólki, politikarum og vinnulívsfólki í Anchorage fór føroyska ferðalagið, tíðliga hósmorgunin við leiguflogfarið til arktiska øki í Norðuralaska. Her liggur størsta oljukeldan í Norðuramerika, Prudho Bay. Keldan telist eisini millum heimsins størstu.
Tað er henda oljukeldan, sum seinastu 20 árini hevur átt lívið í statinum Alaska og íbúgvum tess. Tað sigur ikki so lítið at heili 85 prosent av inntøkunum hjá Alaska stava frá oljuøkinum Prudho Bay.
Samlaðu íløgurnar í tað risastóra oljuøki eru eisini ringar at fata. Tær hava verið uppá millum 300 og 400 milliardir krónur.
Afturat hesum kemur ein av heimsins longstu oljuleiðingum, Alyaskan Pipeline, sum er dýrasta privatfíggjaða verkætlan í heimssøguni.
Tann 1300 km langa oljuleiðingin kostaði 50 mia. krónur at byggja miðskeiðis í sjeyti árunum. Oljuleiðingin er so long, at hon røkkur úr Føroyum til Danmarkar. Og oljuøki fyllir meiri enn helvtin av øllum Føroyum, so hetta er øgiliga amerikanskt.
Staturin Alaska fær so eisini afturfyri millum 15 og 20 mia. krónur um árið í kassan frá oljuni.
Oljukeldurnar í Prudho Bay, sum Arco og BP reka, hava tryggjað Alaska og tess íbúgvum stóra vælferð. Eitt skifti var Alaska ein av ríkastu statum í USA.
Nú oljuprísirnir eru farnir í botn, merkist hetta tann skeiva vegin, hóast uml. 200 mia. krónur í dag standa í grunnunum. Vandi er fyri stórum skerjingum á ymsum almennum økjum. Annars fær hvør íbúgvi í Alaska útgoldið uml. 70.000 krónur.
Hetta og mangt annað fingu føroysku gestirnir, sum vitjaðu í Anchorage og Prudho Bay at vita. Niðurstøðan eftir mongu fyrilestrarnar og orðaskiftið í Anchorage mikudagin var tann, at føroyingar kunnu læra av royndunum og ikki minst mistøkunum, sum gjørd í umleið 20 ára gomlu oljusøgu Alaska.
Venda eygunum
annan veg
Hóast tað higartil mest hevur verið hugt eftir hvat norðmenn og bretar hava gjørt er eingin ivi um at tað kann koma Føroyum og føroyskari oljuvinnu til góða, eisini at hyggja eftir hvussu farið er fram longur burturi.
Tað hevur heldur ikki so lítið at siga, at netupp samanberingin við eitt land sum Alaska, kann verða av alstórum týdningi, tí Alaska er eitt viðkvæmt land bæði hvat umhvørvi og eisini fólkatalið og mentan.
Í niðurstøðuni kann lesast, at trygt og reint umhvørvi ongantíð eigur at undirmetast, men altíð eigur at verða sett í hásæti tá talan er um oljuvinnu.
Ansið eftir pengunum
Síðan hevur tað nógv at siga, at tað eru góð viðurskiftið millum oljufeløg og samfelagið, at tað verður ein »win to win«, tað vil siga har báðir partar fáa nakað burtur úr.
Tað er greitt, at størsti vandin liggur kanska mest í spurninginum, hvussu tú vandar tær um pengarnar. Tað vil siga hvussu mann forðar fyri, at ov nógvir pengar ikki vanskepla og taka eitt samfelag heilt av fótum. Her var orðið stabilitetur havt á loftið aftur og aftur. Tú mást ikki gera hvørki landskassan ella tann einstaka so heftan at oljuinntøkunum, at brádlig príslækking tekur stólin undan tær.
So her hevur fíggjarmálaráðharrin Karstin Hansen, fingið nakað at hugsa um, nú hann og Eyðun Elttør, oljumálaráðharri, skulu seta skjøtil á eina føroyska oljuvinnu (Sosialurin fer seinni at viðgera nakrar av hesum spurningum nærri).
Ein øðrvísi
verð í Barrow
Men hvussu ávirka oljupengarnir tey innføddu í Alaska. Hetta er ein av spurningunum, sum føroyska ferðalagið hevur fingið høvi til at hyggja nærri at.
Seinnapartin hósdagin lendi leiguflogfarið við teimum 16 føroyingunum, umframt umboðum fyri vertirnar, Texaco samtakið, í tí norðasta búplássinum í Norðuramerika, Barrow.
Tað var ein fullkomiliga øðrvísi verð, sum her lá frammanfyri gestunum úr Føroyum.
Teir 4.500 inuittarnir í Barrow, sum í øldir hava vunnið sær til lívsins uppihald við at drepa stóra kúlubøkuhvalin, fáa nú eisini lut í oljuríkidøminum. 85 prosent av inntøkunum hjá Barrow koma nevniliga frá oljuinntøkunum í Prudho Bay.
Men harfyri eru langt frá allar súður syftar. Inuittafólkið er á einum vegamóti, har ein tann mest týðandi lívsstrongurin, nevniliga málið og mentanin eru við at doyggja. Hevur oljan skylduna í hesum, ella er oljan kanska tvørturímóti bjargingin hjá hesum innfødda fólki, sum er upprunafólki og harvið eisini veruligi stoltleikin hjá Alaska. Tað fara vit at hyggja nærri at í seinni bløðum.
Tá føroyingar komu til Barrow hósdagin var ófør móttøka í bygdahúsinum har borgarstjórin og flestu av ovastu monnum og kvinnum í bygdini tóku ímóti. Eisini varð dansa fyri føroysku gestunum, har inuittadansur var á skránni.
Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, helt røðu fyri inuittunum og greiddi frá Føroyum og føroyingum. Hann fegnaðist vegna føroyska ferðalagið um at tað hevði borið til at vitja hetta fjarskotna búplássið við heimsins enda.
Eitt búspláss, sum kanska ikki var so fremmant fyri føroyingum nú føroyingar eru komnir við í føroyska ferðalagið.