Føroyingar standa seg væl

Í stóru opnu kappingini í Keypmannahavn, Politiken Cup, eru fýra føroyingar millum luttakararnar

Føroysku umboðini; John Arni Nilssen, Flóvin Tór Næs, Hans Kristian Simonsen og Jákup á Rógvu Andreasen, hava allir, nú sjey av ellivu umførum eru leikt, staðið seg væl.
Heili 242 telvarar luttaka, tey flestu úr Danmark og Norðanlondum, men eitt nú eru telvarar úr somikið fjarskotnum londum sum India, umboðandi. Sekstan stórmeistarar og fleiri altjóða meistarar mynda kappingina í ár.
Mánadagin var fríumfar, men ígjár, eftir evstamark, bleiv áttanda umfar leikt.
Kappingin endar fríggjadagin 25. juli.

John Arni fremsti føroyingur
Av fyrstani tíð høvdu seks føroyingar teknað seg til kappingina. Olaf Berg og Herluf Hansen settust aftur. Hinir stríðast tó sum rættir menn og hava fingið nógv stig til høldar.
Kanska serliga hevur Føroya suverent fremsti telvari leikt væl. John Arni hevur fimm stig av sjey møguligum og hevur longu hitt tveir stórmeistarar. Ímóti amerikanska stórmeistaranum Nick De Firmian (2553), fekk skopuningurin leikandi lætt javnleik við hvíta fólkinum. Umfarið eftir, hitt fimta, var tað um reppið, at John Arni megnaði at halda tørn ímóti (fyrrverandi) stórtelvaranum Arthur Jussupov (2583), men tað eydnaðist ikki.
Sjálvur segði Jussupov, sum tvær reisir hevur verið í hálvfinalu í HM-kandidatkappingum, eftir talvið, at John Arni við røttum spæli seint í miðspælinum, hevði kunnað hildið javnt. Spell, men sanniliga eingin skomm! John Arni er higartil væl omanfyri sína væntaðu skoru.
Flóvin og Hans Kristian hava báðir hálvtfimta stig. Flóvin hevur eins og John Arni, leikt ímóti tveimum GM´arum. Hesi eru einastu talvini Flóvin hevur tapt. Tey fýra talvini hann hevur vunnið, hava verið ímóti nakað væl lægri mótstøðu, meðan javnleikurin varð ímóti einum 2200-telvara. Samanumtikið á heilt góðari leið hjá næststerkasta føroyingi í løtuni.

IM-normur?
Kollfirðingurin og føroyameistarin frá 2002, Hans Kristian, hevur í fimm av sínum talvum hitt væl sterkari mótstøðu. Tískil er hansara stigúrtøka frálík.
Hans Kristian hevur helst eisini, vegna higartil heppin lutakøst (møtt fleiri tittulhaldarum), bestan møguleika av føroyingunum at ogna sær IM-norm. Hann hevur møtt trimum IM´arum; Ole Jacobsen, Bjørn Brinck-Claussen og Tobias Christensen, allir úr Danmark, og hesi trý talv eru endað við javnleiki. Í øllum førum má Hans Kristian vinna í áttanda umfari og fáa enn ein góðan mótstøðumann við tittli í níggjunda umfari og vinna, um fyrsti normur hansara skal verða veruleiki.
Fjórði føroyingurin, vestmenningurin Jákup á Rógvu Andreasen, sum á fyrsta sinni roynir seg uttanlanda, er ikki heilt eiðasørur heldur. Bert ta einu ferðina hevur hann havt veikari mótstøðu yvir av sær. Flestu mótstøðumenn hansara hava ligið um 2000-2100 tá rating viðvíkur, og trý stig hevur Jákup vunnið sær av sjey møguligum. Jákup sjálvur hevur 1784 í rating og talan er tí í roynd og veru um eitt lítið gjøgnumbrot.

Í gráan kassa:
Støðan eftir 7. umfar
1. Peter Heine (2636) 6,5
2. Sakaev (2655) 6,0
Sasikiran (2654) 6,0
Jussupov (2583) 6,0
Johannesen (2525) 6,0
Kallio (2471) 6,0
...
15. John Arni Nilssen 5,0
37. Flóvin Tór Næs 4,5
37. Hans K. Simonsen 4,5
143.Jákup Andreasen. 3,0