Føroyingar valdu tungmálm

Tað eru dómsnevndir við fakfólkum, ið velur hvør fær og verður tilnevndur til tær ymisku FMA-virðislønirnar, men á hvørjum ári lata fyrireikararnir áhoyrararnir velja eina virðisløn, ið hevur fingið heitið Áhoyraravirðislønin.


Atkvøðugreiðslan er liðug og Tania Schimmel kundi fyri løtu síðan avdúka, at tað er tungmálmsbólkurin Asyllex, ið føroyingar hava valt at vinna Áhoyraravirðislønina á FMA 2018. Asyllex gav í 2017 út fløguni War Order, umframt at teir luttóku í altjóða tónleikakappingini Wacken.


Hetta er fyrstu ferð, at Asyllex vinnur eina FMA-virðisløn, men kann bólkurin vinna eina aftrat seinni í kvøld, tá kunngerast skal hvør vinnur Ársins nýggja navn.


Manningin í Asyllex er Hans Hammer, sang og lead gittar, Luka Radosavljevic, rytmu gittar, Andreas Jacobsen, rytmu gittar, Finnur Nielsen, bass, og Bogi Petersen, trummur.