Útgerðaarhavn
Hetta skrivar skotska blaðið The Scotsman hósdagin. Blaðið, (sum ger sínar egnu og rættiliga løgu og ópresisu viðmerkingar, blaðm.) skrivar, at avgerðin varð tikin av landsstýrinum og møguliga ávirkað av Danmark. ?Vit eru sjálvandi vónsviknir, tí vit ikki fingu uppgávuna, men ikki heilt so ovfarnir av, at hon fór til eitt lokalt felag sigur Steve Marples, stjóri hjá Asco og oddamaður fyri virkseminum í Europa. Asco hevur síðani 1998 arbeitt saman við Tórshavnar Skipasmiðju. Nakað herfyri varð so felagið Asco Føroyar,sum skuldi bjóða uppá útgerðarhavnina, stovnað. Upprunaliga ætlanin var at hava støðina á Sundi men tað bleiv seinni broytt til Havnina.
Asco er ein rættiliga stór fyritøka og hevði í fjør ein umsetning uppá umleið 4 milliardir kr. Skotska blaðið skrivar, at eisini SBS, sum hevur útgerðarhavn í Hetlandi, varð tapari í kappingini. Og víðari stendur, at føroyska avgerðin er slag í andlitið á bæði Aberdeen og Hetlandi, nú hesi bæði plássini hava gjørt sær stóran ómak fyri at tryggja, at skotsk feløg verða handfarin væl, nú hugsað verður um royndir teirra í oljuvinnuni í Norðsjónum.
Jeeremy Cresswell, sum skrivar greinina í The Scotsman, vísir annars á, at vinnarin í kappingini, Atlantic Supply Base og Faroe Ship fingu sáttmálan, hóast tey ongar royndir hava innan logistikk í oljuvinnuhøpi.
Ein kelda sigur við blaðið, at Danmark stendur aftanfyri avgerðina, citat: ?The long arm of Denmark is behind the choice?, og leggur aftrat, at hetta er tí, at danski forsætisráðharrin í 1992 lat føroyingum rávevnini í undirgrundini. Síðani tá hava danskir myndugleikar gjørt hvat teir kunnu fyri at vísa vælvild yvirfyri fyritøkum við sambandi við Danmark, herí eisini Faroe Ship. Lagt verður aftrat, at føroyskur politikkur er ringur at spáa um og er vanliga undir ávirkan úr Danmark. (Til hetta kann sigast, at danska fyritøkan, sum varð við í kappingini kom als ikki við í sjálva útbjóðingina og spurningur er so eisini, hvat samband Faroe Ship hevur við Danmark, so her er møguliga okkurt misskilt, blaðm.)
Hava fingið serkøna ráðgeving
Kenneth Rasmussen, stjóri í Atlantic Supply Base sigur í eini viðmerking, at tað er rætt, at teir ikki hava beinleiðis royndir í oljuvinnuni sum so, men vísir tó til, at eitt nú Skipafelagið hevur drúgvar royndir á logistikkøkinum við lasting, lossing, flyting og goymslu. ?Vit hava so eisini roynt at savna allar góðar kreftir til at byggja upp eina ekspertisu og í hesum sambandi hava vit sjálvandi havt ráðgevar bæði í Skotlandi og Noregi. Skotska ráðgevingin hevði við sjálva havnina í Runavík at gera, meðan teir hava fingið basaráðgeving frá norska felagnum CCB (Coast Center Base) sum eitt annað stórt norskt útgerðarfelag, Norsea eigur helvtina í. Her er talan um útgerðarstøðir við drúgvum royndum, og hava vit fingið holla ráðgeving frá teimum sigur Kenneth Rasmussen.
Tað hevur verið róð fram undir, at tilboðið hjá ASB er so lágt, at talan kanska er um at seta pengar til. Sosialurin hevur frætt, at hini tilboðini lógu um 8 mill. kr., meðan tað hjá ASB var um 4 mill. kr. Kenneth Rasmusssen sigur, at tað ber ikki til uttan víðari at samanbera hesi tølini. ?Vit hava hildið okkum til eina føroyska príslegu, og tá tosað verður um 4 mill. kr. so er tað fyri virksemið, sum verður í 2001. Sáttmálin gongur jú longur enn tað.
Spurningurin er so eisini, hvussu man roknar seg fram til prís ol. tí tað er ein sannroynd, at Skipafelagið t.d. hevur fólk, pakkhús og amboð á staðnum, sum verða brúkt til onnur endamál og sum tá eisini eru tøk til supplyarbeiðið. Kenneth Rasmussen er annars fegin um tey lukkuynski, sum teir hava fingið bæði frá Tórshavnar Skipasmiðju og Eimskip.