Føroyingar vilja byggja flótandi hotell í Keypmannahavn

Uppskot er lagt fyri Keypmannahavnar kommunu at byggja eitt flótandi hotell meinlíkt tí sum er skotið upp í Havn men nógvar ferðir størri. Martin Restorff, Johan Restorff og Petur Jacobsen í Havn hava sent Keypmannahavnar kommunu umsókn um at byggja eitt risastórt flótandi hotell í miðbýnum í Keypmannahavn. Talan er um eina verkætlan við 150 til 200 verilsum, sum kemur at kosta einar 150-200 mill. kr. Martin Restorff sigur við Portalin, at teir hava sera góðar vónir um, at henda verkætlanin fer at vinna frama. Teir hava frammanundan latið umsóknir til flótandi hotell bæði í Havn og í Ålborg. -Vit hava enn einki fingið at vita frá Tórshavnar býráð, annað enn at hetta má hóska inn í heildarætlanina hjá kommununi fyri økið í Vágsbotni. Og tann heildarætlanin er enn ikki klár. Ì Ålborg tykist ganga betur, tí har hevur kommunan nú ávíst eitt øki til eitt flótandi hotell sigur Martin Restorff. Hvat viðvíkur ætlanini í Havn, so ber ikki til at bíða í allar ævir sigur hann, men teir hava kortini góðar vónir og vilja bíða til politikararnir hava viðgjørt málið. Martin Restorff heldur, at eitt flótandi hotell í Vágsbotni kann fáa stóran týdning fyri framtíðar ferðavinnuna í býnum.