Í kvøld verður avgjørt, hvør vinnur sonevndu Gríman standmyndina fyri bestu ljósseting til ein íslendskan sjónleika farna árið.
Millum teir fimm innatillaðu, har teir fýra eru fulltíðar og harvið professionellir ljósmenn, telist nólsoyingurin, Súni Joensen.
Burtursæð frá onkrari hissini ljósseting til onkra Ovastevnukabarett, fekk Súni Joensen sín debut sum ljósmaður til leikin Havgird, sum nólsoyingar framførdu á fyrsta sinni í 2009. Hann var við leikinum til NEATA-festival (North European Amateur Theatre Assossiation) á Akureyri í 2010 og til IATA-festival (International Amateur Theatre Assossiation)í Tromsø í 2011.
Seinast hevur hann verið við í leikinum, Baron Münchausen, í Gaflaraleikhúsinum á Hafnafirði (Sjónleikarhúsið er fastbygd í Fjørukrónna, og Augusta Skúladóttir er stjóri har).
Tað er fyri ljóssetingina til hendan leikin, at Súni Joensen er innstillaður til heiðurslønina.
Annars kann nevnast, at Súni Joensen í vár var annar av hundraðtals umsøkjarum, sum varð upptikin á Kongiliga Theaterskúlan í ljósseting.
Súni er sum sagt uppi ímóti fýra fult professionellum ljósmonnum, og tí má sigast, at bara tað at verða innstillaður er ein sigur í sjálvum sær.
Ljósseting er bara ein av kategoriunum, har ein Gríma verður latin, men alt verður avdúkað við hátíðarhald í nýggja operahúsinum, Hørpuni, í Reykjavík í kvøld.