Ákæruritið móti 42 ára gamla føroyinginum er nú klárt og hann verður tí førdur fyri rættin í næstum.
Talan er um 40 punkt. 39 av punktunum lýsa, hvat mamman, eftir ráðum frá manninum, hevur gjørt við sonin. Seinasta ákæran er um at mamman hevur tikið fleiri barnapornografiskar myndir av dreinginum, tí at maðurin bað hana senda sær tey.
Ákæruritið vísir, at ágangurin hjá mammuni móti soninum byrjaði 8. juni og helt á líka til 10. septembur. Fleiri ferðir um vikuna, onkuntíð fleiri ferðir um dagin, bleiv fýra ára gamli drongurin misbrúktur av mammu síni.
Júst hvat hon hevur gjørt við dreingin er alt ov ljótt til at festa á blað, tað er nokk at siga, at í grovastu førunum er talan um royndir at hava samlegu, um oralsex og annars um blygdanarskemd. Í ákæruritinum er greitt, at løgreglan hevur myndir og filmsbrot, sum lýsa, hvat er farið fram í heiminum hjá kvinnuni.
- Varðhaldsfongslaði maðurin er ákærdur í rættinum í Lyngby við kravi um fongsulsrevsing fyri at gera sítt til seksuellan ágang móti einum fýra ára gomlum dreingi, við tað at hann beinleiðis ella óbeinleiðis hevur eggjað, ráðgivið ella vegleitt og við felags semju gjørdari frammanundan hevur gjørt sítt til niðanfyristandandi ákærur, byrjar ákæruvaldið ákæruritið og nevnir síðani tær 40 ákærurnar.
Allar hendingarnar eru farnar fram í heiminum hjá kvinnuni uttan ein, sum er farin fram uttandura onkustaðni nærindis Keypmannahavn.
Tað var sosiali miðilin LinkedIn, sum varnaðist myndirnar, sum kvinnan sendi 42 ára gamla føroyinginum, og meldaði málið til løgregluna.
Føroyingurin bleiv handtikin mitt í oktobur mánaði, á veg í land av føroyaflúgvaranum og hevur sitið í varðhaldi síðani. Hann noktar seg sekan í ákærunum.
Kvinnan játtaði seg seka og fekk fyrr í mánaðinum trý ár og níggju mánaðir fongsulsrevsing fyri herviliga seksuella ágangin móti soninum.
Føroyingurin er ákærdur eftir somu lógargreinum sum kvinnan, fyri blygdanarskemd og fyri neyðtøku. Revsilógin sigur, at tey, ið hjálp til, eggja og ráðgeva um lógarbrot eru eisini sek í at fremja tey.