FIMLEIKUR
Føroysku fimleikararnir fáa alsamt fleiri nýggjar og spennandi avbjóðingar. Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag fóru í gjár og í dag fóru kvinnurnar hjá Støkk av landinum. Tær skulu allar til Finnlands at kappast um einki minni enn heimsmeistaraskapin í estetiskum fimleiki.
Eru spentar at kappast
Rannvá Troest, venjari hjá kvinnunum hjá Støkk, heldur ikki, at vit skulu vænta okkum nakað heiðursmerki hesaferð, hóast estetisku fimleikararnir í Føroyum veruliga hava ment seg seinastu árini. Vit eru spentar at fara avstað, og fara avgjørt at gera okkara allarbesta, sigur Rannvá, sum leggur afturat, at kvinnurnar hava vant sera nógv hesa seinastu tíðina. Tað er jú eisini ein avbjóðing at verja føroyameistaraheitið, sum vit vunnu fyrr í ár.
Kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag hava eisini vant sera nógv og hart seinastu tíðina, og eru sera spentar at vita, um tær hesaferð klára at vinna á kvinnunum hjá Støkk. Liðini bæði eru sera jøvn, so tað kann ganga báðar vegir; dagsformurin hevur alt at siga. Í fjør kláraðu kvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag seg sera væl; tá vunnu tær á fleiri liðum, hóast tær ikki lógu ovast á stigatalvuni.
Kappingin verður í Tampara í Finnlandi 9. og 10. juni. Kvinnurnar skulu fyrst kappast í einum innleiðandi umfari. Tíggju tey bestu liðini sleppa síðan í finaluna, tó í mesta lagi tvey lið frá hvørjum landi.
Føroyskir altjóða dómarar
Við á ferðini eru eisini tær báðar Elna Johansen og Beinta Danielsen, sum eru altjóða dómarar í estetiskum fimleiki. Tær fara at døma teirra næstu altjóða kapping, sum gevur teimum atgongd at taka næsta stigið í dómaraútbúgvingini innan estetiskan fimleik.
Føroyska ferðalagið kemur aftur sunnudagin, vónandi við góðum úrslitum í viðførinum.