Føroysk og útlendsk servitan hond í hond

Egil Olsen heldur at tað er ein stórur fyrimunir at hava fingið útlendingar upp í ætlanina at fara undir biotøkniliga vinnu í Føroyum

Samstarv um landamørk

Tað eru bæði føroyingar og útlendingar, sum eru saman um nýggja felagið, Faroe Marine Biotech, sum greitt er frá í greinini ?Startskotið til eina nýggja vinnu í Føroyum? aðrastaðni í blaðnum.
Umframt Egil Olsen sjálvan, eru hinir føroyingarnir í felagnum, Adrian Dalsá fiskivinnufrøðingur í Saltangará, sum er stjóri á Kósini í Klaksvík, Dánjal á Argjaboða, apotekari, sum býr í Danmark og sum hevur fingist nógv við biotøkniskar spurningar í fleiri ár og hevur drúgvar arbeiðsroyndir bæði í Danmark, Føroyum og úti í heimi. Umframt hesar, eigur partafelagið Sesam á Tvøroyri 20% av partapeninginum í Faroe Marine Biotech.

Sesam er eitt felag, ið hevur til endamáls at veita tænastur og at eiga í øðrum feløgum. Fyrst í hesum árinum stovnaði Sesam saman við íslendingum, felagið SecaNor, sum hevur heimstað á Ólafsfjørðinum í Ìslandi. Sesam eigur 33% av partapeninginum í hesum felag. SecaNor skal virka klippfisk úr saltfiski til m.a. brasilianska og dominikanska marknaðin, og ætlanin er eisini at keypa saltfisk úr toski, upsa, longu og brosmu úr Føroyum til endamálið.
Sesam, er eitt felag ið Egil Olsen, umframt Marner Lisberg, Magnus Jespersen og Ólavur Bjarkhamar, allir á Tvøroyri, eiga, og er eitt felag í Delta samtakinum. Felagið eigur m.a. 75% av partapengunum í línuskipinum Hoyvíkingi. Delta samtakið umfatar annars feløgini Delta Seafood, Sandoy Seafood, Sesam og Hoyvíking. Delta Seafood er harumframt eisini størsti einstaki partaeigari í
djúpvatnstrolaranum Suðringi.
Útlendsku partaeigararnir í biotøkniska felagnum Faroe Marine Biotech, er Lýsi HF. í Íslandi og Maritex A/S í Noregi.
Partapeningurin í Faroe Marine Biotech er 500.000 krónur. Tað hevur heimstað á Tvøroyri, men hevur fyribils leigað sær skrivstovuhøli í húsunum hjá Arbeiðara-felagnum Hæddini í Runavík.
Helvtin av partapeninginum er føroyskur og helvtin er útlendskur.

Útlendsk servitan
Egil Olsen sær ein stóran fyrimun í at hava útlendskar samstarvsfelagar við í felagnum.
Maritex er eitt felag, sum ger hávirkaðar vørur úr slógvi frá fiski og alivinnuni, eitt nú ensymur, proteinkonsentratir, DNA saltir og hávirkað lýsi. Hetta eru vørur, sum verða brúktar til nógv ymisk endamál, eitt nú í matvøruídnaðinum, sum "functional foods" og í kosmetikkídnaðinum.
Felagið hevur fleiri granskarar í starvi og brúkar árliga eini 10% av umsetninginum til gransking.
Størsti partaeigarin í Maritex er ?Århus Olie? í Danmark, sum er ein fyritøka við fleiri milliardum í umsetningi. Partapeningurin í Maritex er uml. 85 mill kr.
Lýsi er eitt felag sum heldur til í Reykjavík, og sum burturav hávirkar lýsi burturúr fiskalivur, at brúka m.a. í heilivágsídnaðinum, matvøruídnaðinum og til annan ídnað.
Hann sigur, at báðar fyritøkurnar eru millum tær fremstu í Evropa á sínum øki og tí heldur hann, at tað er ein stórur vinningur at hava fingið tær upp í ætlanina.
-Orsøkin til, at vit hava fingið hesar báðar fyritøkurnar uppí ætlanina, er, at vit mugu viðurkenna, at skulu vit byggja eina biotøkniska vinnu upp í Føroyum, er tað neyðugt hjá okkum at útvega okkum servitan á økinum.
Og hetta eru tvey virki, sum bæði hava vælútbúgvin og serkøn fólk á økinum og vælútgjørdar kanningarstovur.
-? Tað, vit sostatt hava samansjóðað í felagnum, er partvís føroysk vitan um framleiðslu innan fiskivinnuna og útlendska servitan um biotøkni, og tað halda vit er ein stór styrki, sigur Egil Olsen.
Nevndin í Faroe Marine Biotech er mannað við Geir Wilhelm Wold úr Noregi, ið er formaður og umboðar Maritex, Katryn Petursdóttir, úr Íslandi, ið umboðar Lýsi, Ólavur Bjarkhamar, ið umboðar Sesam, umframt Adrian Dalsá og Dánjal á Argjaboða.
Tey, ið vilja vita meiri um útlendsku íleggjararnar í felagnum, kunnu fara á alnetið undir www.lysi.is og undir www.maritex.com