Dagfinn Olsen
Í hesum døgum verður nógv tosað um arvagransking, men ikki eru øll, ið bert geva kjakinum um gransking og skráseting av føroyingum gætur. Mong eru tey, ið fáast við at verðveita ymisk sløg av fugli og djórum, ið hava serføroyskan dám.
Ein teirra, ið vísir hesum alstóran áhuga, er Arnfríð Hentze í Vági. Sjálv fæst hon m.a. við at halda kalkun og dunnur. Sjálv vil hon fegin hava fatur í føroyskum dunnum, men tær gerast færri og færri og eru ringar at fáa fatur í, heldur hon.
Arnfríð Hentze sigur, at føroyska dunnan er í vanda, nakrar eru á Garðinum uppi í Hoyvík, ið er eitt slag av livandi savni. Hon fegnast um arbeiðið, ið Andreas Reinert og onnur gera, fyri at varðveita og skráseta føroysku dunnuna.
- Føroyska dunnan stavar ivaleyst frá villdunnuni: hon er minni enn aðrar, men hevur nógv kjøt á, hon kann hava allar litir og gongulagið er sum á villdunnu og hon rótar nógv. Harumframt verpur hon hvít egg, greiðir Arnfríð Hentze frá.
Gásin
Eisini føroyska gásin tykist vera í vanda, tí hon er blandað so nógv við onnur sløg. Føroyska gásin stavar frá villgásini. Hon fær meira føði nú enn áður og er tað óivað tesvegna, at hon eisini fær fleiri ungar nú - eini 12 í móti eini 8 fyrr.
Undir krígnum vórðu m. a. japanskar gæs blandaðar uppí tær føroysku.
Velið peikar uppeftir á føroysku gásini og nevið meira niðureftir og liturin er mest morðreyður og gráur.
Ein av góðu eginleikunum er eisini, at hon ansar ungunum sera væl.
Arnfríð Hentze heitir á fólk um at hugsa seg um, áðrenn tey seta við, tí annars kunnu t.d. hesir eginleikar fara fyri skeyti.
Skráseta stammuna
Hon vísir á, at tað er av stórum týdningi at fáa skrásett stammuna, so fólk t.d. kunnu fáa egg og ungar. Hetta arbeiði eru Andreas Reinert og onnur í holt við. Somuleiðis verður arbeitt við at skráseta eitt nú føroysku kúnna. Eisini har er bland komið í, eftir at byrjað varð at innflyta sáð úr Noreg fyri einum 30 árum síðani.
Arnfríð Hentze vísir á, at m. a.danir fegnir vilja hava hendur á føroysku gásina, tí nógv kjøt er á, hóast hon er minni enn aðrar. Somuleiðis vísir hon á, at í Danmark letur staturin nógvan pening til arbeiðð at varðveita ymisk donsk djóra- og fuglasløg.
Arnfríð Hentze heitir á fólk, ið fáast við slíkt, og sum annars hava áhuga, um at vísa arbeiðinum at varðveita føroysku dunnuna og gásina ans og at seta seg í samband við tey, ið fáast við hetta arbeiði.
- Tað er spell, um slagið ferst og óivað er eisini stórt virði í hesum, sigur Arnfríð Hentze.