Beinta Løwe Jacobsen
Føroysku politikararnir eru farnir at tosa um at granskingin í Føroyum skal mennast, og í Visjón 2015 ætlanini hjá landsstýrinum stendur, at í 2015 skal 3 procent av BTÚ verða nýtt til gransking og menning, av hesum skal helvtin koma frá teim almennu Føroyar. Landsstýrð ætlar í hesum sambandi at seta ein grunn á stovn til hetta endamálið. Um henda ætlan verður til nakað er til at spáa um, men sambært Dennis Holm, sum er settur leiðari á Granskingardeplinum, so hevur føroyska samfelagið brúk fyri føroyskari gransking.
Føroysk gransking neyðug
Føroyar hava ikki langa siðvenju innan samfelagsgransking, og tí finnst ikki tað heilt stóra av granskingarumhvørvið í Føroyum. Men tað er neyðugt við føroyskari gransking, heldur Dennis Holm, settur leiðari á Granskingardeplinum, ið granskar í føroyskum samfelagsviðurskiftum.
Føroyska samfelagið hevur brúk fyri gransking, ið viðgerð føroysk viðurskifti, sigur Dennis Holm.Tað fer tó altíð at verða neyðugt at brúka útlendsk granskingarúrslit. Nýtsla av útlendskum granskingarúrslitum krevur førleika, ikki minst, tá metast skal um hvat úrslitini merkja fyri føroysk viðurskifti, greiðir Dennis Holm frá. Men við føroyskari gransking fæst stórri vitan um tað føroyska samfelagið og um føroysk viðurskifti, og tí hevur føroysk gransking stóran týdning fyri føroyska samfelagið, heldur leiðarin á Granskingardeplinum. Hann leggur afturat at føroysk gransking er við til at skapa kjak í Føroyum, og at leikluturin hjá granskingini eisini er, at koma við ábendingum um hvussu og hvat møguliga skal broytast samfelagsliga í Føroyum, og hví tað er neyðugt.
Kann gerast inntøkukelda
Dennis Holm ivast ikki í, at føroysk gransking eisini kann gerast ein inntøkukelda hjá føroyska samfelagnum, og vísur á tær royndir tey á Granskingardeplinum hava havt. Vit hava merkt ein vaksandi áhuga fyri føroyskari samfelagsgransking, og tað er eisini øktur áhugi fyri at fáa okkum við í ætlanir uttanlands, greiðir Dennis Holm frá Tað, sum vit eisini merkja er, at ein øktur partur av okkara inntøkum er frá altjóð verkætlanum, og tí er hetta ein samfelagsinntøka, sigur Dennis Holm. Men høvuðsendamálið við at hava eina skipaða føroyska samfelagsgransking er ikki at vinna pening, men hinvegin at skapa eina breiðari vitan um føroysk samfelagsviðurskiftið sum heild, leggur Dennis Holm dent á.
Støðið á føroyskari gransking
Hóast stuttu siðvenjuna innan granskingarøkið, so má áhugin hjá útlendingum fyri føroyskari samfelagsgransking eisini tulkast sum at góðskan á granskingini er í lagi, heldur Dennis Holm.
Vit verða oftari og oftari biðin um at taka lut í altjóða verkætlaninum, harafturat venda granskarar, ið vit áður hava arbeitt saman, sær eisini til okkara, og tað má vera eitt tekin um at tey eru nøgd við tað vit gera, sigur Dennis Holm. Leiðarin á Granskigardeplinum leggur tó dent á, at hóast føroyska samfelagsgranskingin er á eini góðum støði í dag, so er tað av stórum týdningi altíð at royna at betra um støðið. Dennis Holm vísur her á, at Granskingardepilin seianstu trý árini er skerdur á fíggjarlógini hjá Løgtinginum, og at tað ikki er nøktandi, um arbeiðsumstøðurnar, og harvið góðskan á granskingini skal betrast. Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2006 verður skotið upp at skerja játtanina til Granskingardepilin við hálvari millión. Dennis Holm sigur tí, at hann ivast í hvussu nógv føroysku politikararnir meina við tað, tá tey siga at granskingin skal mennast, men samstundis skerja játtanina.