1. Ársins veitsla (9.10)
Gudstænasta, kappróður, kappríðing, fótbóltur, tingseta, dansur, tivoli og almennur veitslurómur eru tættirnir á ólavsøku í 1959.
2. »Tjaldur« - Lívlínan til umheimin (8.26)
Í 50 ár ríður Tjaldrið á aldunum millum Føroyar og Danmark.
3. Løðið kanónina - Nebbafiskur
í eygsjón (8.51)
Á veiði eftir 70 tons stórum nebbafiski við hvalastingaranum Heyki á sumri 1949
4. Føroyska himmiríki hermanna (9.52)
Bretar hertaka Føroyar, men tann friðarliga hertøkan fær eisini avleiðingar, 1940-45.
5. Aftur á slóðina (6.18)
Frálíku upptøkurnar hjá Juliusi Høgnesen, apotekara, ið vitjar heimbygdina Oyndarfjørð í 1930.
6. Frá træslupp til stáltrolara (9.04)
Sluppfiskiskapurin kollveltir føroyska samfelagið og skapar nýggjar inntøkur og vælferð.
7. Heimsins nalvi (7.58)
Havnin veksur við vælferðini, og býurin broytist.
8. Kongligt stórvask (12.00)
Pyntan, stákan og veitslur eru á skránni, tá ið danska kongshúsið vitjar í 1907, 1921 og 1949.
9. Síðsti kornakurin (5.44)
Eina seinastu ferð verður kornið skorið, turkað, treskt, malið og bakað til drýlar í Húsavík í 1959.
10. »Undirklæði, nei takk!« 3.11)
Danskar og føroyskar modellir vísa fram nýmótans undirklæði á Hotel Føroyum í 1966.
11. Við skipstroyggjuni í mastrini (9.11)
Føroyska grindadrápið filmað gjøgnum 50 ár.
Eykaágóði: Føroyar - Færøerne 10.38)
Brot úr filmi eftir Jørgen Roos, ið lýsir lívið og týdningarmiklu fiskivinnuna í Føroyum, 1961.