Í hesum døgum eru fleiri ungir føroyskir badmintonspælarar í Danmark, har teir luttaka í Danish Junior Open. Higartil hevur tað gingið føroysku spælarunum væl, hóast mótstøðan er drúgv. Fleiri hava spælt seg í hálv- og fjórðingsfinalurnar, sum verða í morgin.
Landsliðsvenjarin, Aritra Nandy, er sambært badmintonsambandinum væl nøgur við avrikini og føroysku spælararnar.
Her er støðan hjá føroysku spælarunum í higartil.
U15:
Í einmansleiki hjá kvinnum spæla Jensa Tórolvsdóttir og Lena Maria Joensen í einari av hálvfinalunum og Sissal Thomsen spælir í hinari hálvfinaluni. Hálvfinalurnar verða spældar mánadagin.
Í einmansleiki hjá monnum hava Jónas Djurhuus og Árant á Mýrini spælt seg í hvør sína fjórðingsfinalu. Fjórðingsfinalurnar verða spældar í morgin, sunnudag.
U17/19:
Í einmansleiki hjá kvinnum hava Gunnva Jacobsen og Sólfrið Hjørleifsdóttir tryggja sær pláss í hvør sínari hálvfinalu, sum verða spældar mánadagin.
Í morgin verða tvímansleikir hjá kvinnum og monnum spældir – eins og blandaður tvímansleikur eisini verður spældur í morgin, sunnudagin.