- Føroysku nøvnini minst líka feit

Hóast trummuspælari í Prix Føroyar bólkinum, Flux, so kom Sveinur ikki heilt fram í føroyska/danska tónleikaljósið fyrr enn luttøku sína í X-factor fyrr í ár.

 

G! festivalurin er fastur táttur í Sveinursa summarskrá.

 

- Hvørt ár uttan G! mini havi eg verið á G! festival. Hetta er eitt feitt tiltak og koncept, sum hevur uppiborið at verðið vitjað, sigur X-factor rokkarin.

 

- G! er nakað heilt unikt. Tað hoyri eg eisini frá øllum artistunum, sum eg havi møtt aftan á mína tíð í X-factor. Tað er ongastaðni í allari verðini, at tú finnur eina so fantastiska scenu sum hana á sandinum í Syðrugøtu, sigur Sveinur.

 

Trekkplástur hvørt ár eru ofta teir útlendsku bólkarnir, sum koma á G! festivalin. Men sambært Sveini standa føroysku bólkarnir ikki aftan fyri teir útlendsku.

 

- Tey føroysku nøvnini eru minst líka feit sum tey útlendsku – um ikki feitari. Tónleikurin í Føroyum er á ótrúliga høgum støði, og er hetta nakað, sum føroysk branding burdi koyrt nógv meira uppá, sigur Sveinur.