Føroyskur frískúli til hoyringar

Fyri 170 árum síðani, í 1832, kom N.F.S. Grundtvig við aðru útgávu av hansara Nordisk Mytologi (NM).

NM var eitt mentanarkamprit, har Grundtvig ynskti, at Norðurlond skuldu standa saman móti mentanini sunnaneftir (rómversku mentanini). Nógv av tí, hann hevði uppá hjarta, hava vit tikið til okkum, men ikki alt. Tí Grundtvig var nógv djarvari og meiri radikalur enn mong skoyta um, og til allar tíðar og í øllum samfeløgum vilja vera menniskju og ikki minst politiskar skipanir, sum ikki er búgvin at taka radikalar avgerðir.
Háskúlin var hjartabarnið hjá Grundtvig. Seinni kom frískúlatankin, sum eldhugaði skúlamaðurin Christen Kold í fleiri ár hevði praktiserað og verið fortalari fyri.
Her í Føroyum er háskúlin komin fyri at vera, eftirskúlin er góðkendur á pappírinum, men ítøkiliga er hann mær vitandi ikki komin longur. Og næst ? hvar er frískúlin í hesum høpi? Evnið kemur til hoyringar í tinginum í nærmastu framtíð, men verður so gott sum ikki tikið uppá tungu í fjølmiðlunum. Hví, kann ein spyrja. Er føroyska samfelagið ikki búgvið til hetta frælsið fyri tann einstaka? Ein ógvuliga radikalur tanki í okkara lítla oyggjasamfelag er at ynskja ?Frihed for Loke såvel som for Thor?. Ein vending, sum Grundvig brúkti í NM.
Hvat merkir hendan vendingin í hesum samanhangi?
At foreldur, sum hava somu støðu til námsfrøðiliga uppalingina, skulu hava møguleika at senda børn síni í skúla, har foreldrini vita, at børnini vilja fáa ta undirvísning, sum er hóskandi til tey. Nógvir ymiskir námsfrøðiligir møguleikar eru; skúlafólk flest kenna til nøvn sum Montesorri, Freinet, Freire, Rudolf Steiner o.o. Hetta eru fólk, sum hava verið slóðbrótarar fyri akkurát teirra slag av skúlum. Frískúlar við religiøsum áskoðanum er eisini ein møguleiki.
Í álitinum um frískúlar, sum landsstýrismaðurin í skúlamálum setti ein arbeiðsbólk at gera í 1999 sæst m.a. í § 5 kap. 2 um ?Góðkenning og eftirlit?, at føroyski uppskotið kann samanberast við donsku lógina ?loven om friskoler?. T.d. skal barnatalið vera minst 12 næmingar, tá ið skúlin verður stovnaður. Víðari stendur í kap.6 § 18, at tað almenna skal lata 85% til lønir og rakstur.
Eitt hugskot hevði kanska verið, at minka talið av næmingum til t.d. 8-10, tí í Føroyum liva ikki 5 mill. íbúgvari . Alt er relativt, um vit heilt realistiskt ynskja ein frískúlamøguleika. Viðvíkjandi fíggjarligum stuðli er 85/15 býtið til lønir og rakstur ikki heilt av leið, men tað verður kortini fíggjarliga tungt fyri einstaka frískúlan. Um ikki verður lagt upp fyri hesum er tað órealistiskt, at ein einasti frískúli fer at koma..
Í fjølmiðlum verður skrivað um, at ov trongt er í skúlunum í Klaksvík og í Havn. Hevði ein frískúlalóg verið í nøkur ár, hevði tað kanska ikki verið so átrokandi at víðka um hølisviðurskiftini. Men ein frískúlalóg er ikki í Føroyum. Harafturat er ein frískúlalóg ikki nóg mikið til at starta ein frískúla; pengar og høli mugu eisini til. Mest umráðandi er tó, at uttan eldhugað foreldur og lærarar gongur tað als ikki. Giti at tað kann taka 3-5 ár at stovna ein frískula, og so í minsta lagi 5-8 ár afturat til at skúlin er komin í fasta legu ? also í minsta lagi 8 -13 ár, áðrenn ein hevur ein vælvirkandi frískúla.
Vit hava ár 2002 og liva í einum demokratiskum samfelag, men orðingin í §27 í lóg um skúlafyrisiting frá 1978 ? um góðkenning av nýggjum frískúlum - hoyrir ikki til í einum nýtímans samfelag: ?Tílíkir skúlar mugu bert góðkennast, um so er, at tað er ein rímiligur tørvur á hesum.? Við hesari grundgeving var ein lítil forskúli úti á Reyni steðgaður í 1988, hóast foreldrini kærdu til landsstýrið. Um tað ikki er tørvur nú, hvat vita vit so um tørvin um eini 10-15 ár? Í tíðindunum í dag frætta vit, at børn kunnu ikki verða skrivað inn til forskúla, tí at tann reglugerð, sum skuldi hava verið liðug fyri fýra árum síðani, er ikki skrivað enn. Tørvur er á forskúlum, men vit bíða á 4. ári eftir reglugerðini. Á sama hátt tekur ein fyrireiking til frískúlar tíð, so um vit vilja nøkta ein tørv um 8?13 ár, eigur at vera farið í gongd alt fyri eitt. Hinvegin kann tað vera, at ?vit? als ikki ynskja frískúlar, og at málið tí ikki fær tað ferð, sum er neyðug, um vit veruliga skulu síggja ein (ella fleiri) vælvirkandi frískúlar um 10-15 ár.
So?. ætla vit, at komandi ættarlið skulu hava møguleikan at velja undirvísingar- og skúlahátt, má støða takast nú.

?Frihed for alt, hvad der kommer af Aand,
som ikke ændres men arges ved Baand.?
Grundtvig 1832