Føroyskur listapolitikkur á breddan

Komandi leygardag skipar Listafólkasamband Føroya fyri ráðstevnu í Sjónleikarhúsinum í Havn um føroyskan listapolitik, har øll áhugað eru boðin at luttaka.

 

Á skránni verða framløgur, fyrilestrar og kjak.

 

Til høvið er Monika Mokre, professari, úr Wien boðin at tosa um, hvussu tað er at liva eitt langt lív sum yrkislistafólk í einum verkætlannarlandslagi. Hon lýsir millum annað hvørji langtíðarárin hendan tilveran hevur á listafólk, har í millum slit, strongd, manglandi pensjón umframt nógv annað.

 

Gunnvá Zachariassen fer at tosað um evnið »At fáast við leiklist í Føroyum og uttanlands.«

Harumframt verður pallborðsfundur við Hansinu Iversen, Knút Háberg Eysturstein og Medunu Dalsgaard, har evnið er »List í almenna rúminum«.

 

Endamálið við ráðstevnuni er at gera okkum greitt, hvussu listapolitiska landslagið sær út í Føroyum anno 2016 og LISA orðar ítøkilig mál og yvirskipaðar leiðreglur fyri føroyska politikkin fyri yrkislist komandi árini.