Í fjør bar Posta 3 milliónir brøv út til føroysk heim og víðari út í heim. Í fyrstu atløgu ljóðar tað møguliga nógv, men tá hugt verður eftir heildarmyndini sæst, at gamla kjarnuvirksemi hjá Posta er í støðugari minking.
Talan er nevniliga um minking á 2 milliónir brøv síðani 2011, tá Posta talið var 5 milliónir brøv, og ein fleirfalda minking í mun til 2005, tá Posta bar út umleið 9 milliónir brøv.
Jóel undir Leitinum, stjóri í Posta, kennir væl til avbjóðingarnar, men vísir á, at flutningurin av øðrum slagi enn post er farin at fylla meira í virkseminum hjá Posta.
- Brøv vóru 40 prosent av umsetninginum fyri nøkrum árum síðani, men nú er tað einans 30 prosent. Millum annað fluttu vit gott 100.000 pakkar í fjør, segði stjórin á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í samband við, at tað eru 40 ár síðani, at postverkið kom á føroyskur hendur.
Í londunum kring okkum er nethandil voksin nógv seinastu árini, har fólk og handlar eru farin at senda fleiri pakkar. Tað er ein gongd, ið Jóel undir Leitinum, stjóri á Posta, eisini væntar meira av í Føroyum.
- Hendan vikan eftir páskir hevur Posta koyrt fleiri pakkar enn nakrantíð áður út til fólk. Tað merkir, at fólk hava havt tíð at sita á netinum á páskum og bílagt vørur, sigur Jóel undir Leitinum.