Færri fáa lønarískoyti frá ALS

Talið á móttakarum av lønarískoyti frá ALS skipanini er í løtuni 1828, og sostatt heldur talið á lønarískoytismóttakarum fram at lækka.

Talið á móttakarum av lønarískoyti frá ALS grunninum var hægst 4. apríl, tá 4320 føroyingar fingu ískoyti frá ALS. Síðani hevur talið verið í støðugari minking, og eingin dagur hevur verið síðani, har fleiri móttakarar vóru enn dagin fyri.

Býtt út á kyn eru fleiri menn enn kvinnur, ið fáa lønarískoyti frá ALS. Í dag eru 962 menn og 866 kvinnur í skipanini.

Eftir landafrøðiligum øki er tað høvuðsstaðarøkið, ið hevur flest fólk í skipanini. 764 fólk í Suðurstreymoy eru skrásett í lønarískoytisskipanini, samanborið við 432 fólk í Eysturoy, ið er økið, ið hevur næst flest fólk í skipanini.

Um alt landið eru yvirhøvur fleiri fólk í ískoytisskipanini enn í vanligu arbeiðsloysisskipanini undantikið í Suðuroy, har 117 fólk eru skrásett í ískoytisskipanini, meðan 137 eru í arbeiðsloysisskipanini.