Myndugleikarnir í Kuba kunngjørdu í gjár, at lendið, sum nú verður brúkt til at dyrka tubbak, verður skert næstan ein triðing. Myndugleikarnir skarvaðu eisini av tubbakslendinum í fjør, men úrslitið kemur ikki fyrr enn næsta ár, tá tubbaksheystið verður nógv minni enn undanfarin ár.
Ein stórur partur av kubanska tubakkinum fer til tær væl kendu Havana-sigarirnar, sum hava stóran týdning fyri landsins búskap.
Myndugleikarnir siga, at tubbaksframleiðslan verður skerd, tí alt fleiri lond fremja átøk ímóti royking, og búskaparkreppan ger eisini sítt.