Færri koronaseingjarpláss

Á tíðindafundi fyri løtu síðani greiddi Margit Stóra, varastjóri á Landssjúkrahúsinum, frá, at nú fer virksemið á sjúkrahúsinum so smátt upp í ferð aftur.

Margit Stóra greiddi frá tí, sum higartil var farið fram á sjúkrahúsøkinum, og tey átøk, ið vóru framd fyri at steðga smittuspjaðingini.

Nógvir sjúklingar hava fingið at vita, at viðtalurnar eru útsettar - bæði her heima og uttanlands, og eisini fleiri ikki-kritiskar viðgerðir hava verið útsettar.

Í miðal hava 6 av 10 viðtalum verið sum ætlað, segði Margit Stóra, og 70 til 80 prosent færri skurðviðgerðir hava verið gjørdar.

Nú er kortini klárt at fara spakuliga upp aftur í ferð, og okkurt av vikseminum er farið í gongd her í vikuni, somuleiðis sum annað ambulant virksemi byrjar aftur í næstum.

Góðu koronatølini seinastu tíðina merkja eisini, at nú verða nøkur av teimum seingjarplássunum, ið eru til koronasjúklingar tikin burtur, tí tørvur er ikki á teimum meira.

Hetta merkir samstundis eisini, at fleiri seingjarpláss verða aftur til teirra, ið hava tørv á teimum, men sum ikki hava koronavirus.

Hóast virksemið fer upp aftur í ferð, so verður tað ikki við fullari ferð enn, segði Margit Stóra. Fleiri av viðtalunum verða framhaldandi yvir telefon ella netið, og talið á vitjandi og avvarandi á sjúkrahúsinum verður avmarkað.

Á sjúkrahúsinum hevur verið arbeitt í vaktum, soleiðis at starvsfólk hava avmarkað samband við hvørt annað, og hetta heldur fram til 1. juni.

– Vit eru fullgreið yvir, at okkara starvsfólk í langa tíð hava raðfest heilsuverkið fram um alt annað. Og tað eru vit takksom fyri, segði Margit Stórá.