Leygardagin 29. desember frá kl. 15 til kl. 17 verður fótbóltskapping fyri vaksin (U17 og eldri) í Marghøllini í Vági. Spælt verður á hálvum vølli í Marghøllini, tvs. tveir dystir verða spældir samstundis, og á hvørjum liði eru 5 útileikarar og 1 málverji.
Tilmelding av liðum fer fram á telduposti til Jens Petur Brattalíð: jenspetur@marghollin.fo
Tilmelding krevst fyri luttøku.
Eftir fótbóltskappingina verður suppa & flutes og okkurt gott afturvið – og dysturin millum Liverpool og Arsenal kl. 17.30 verður vístur á stórskíggja.